Kunningarfundur um nýggj krøv frá ES

14. desember. 2009 | Tíðindi | Fiskivinna

Fiskimálaráðið skipar saman við Føroya Ráfiskakeyparafelag og Føroya Reiðarafelag fyri kunnandi fundi á Hotel Hafnia týsdagin 15. desember 2009 kl. 14.00, um nýggj krøv frá ES í sambandi við innflutning av fiski og fiskavørum.

Frá 1. januar 2010 krevur ES, at allur føroyskur fiskur sum verður fluttur á marknaðin í ES-londum, hevur eina veiðuváttan, har føroyskir myndugleikar vátta, at fiskurin er lógliga veiddur. Somu krøv vera eisini galdandi fyri onnur lond.
Nýggja kravið ber í sær, at føroyskir útflytarar og skip, sum selja fisk til keyparar í ES-londum, skulu útfylla eina veiðuváttan, ið m.a. skal innihalda upplýsingar um, hvat verður innflutt til ES, og hvørjum skipum fiskurin stavar frá.
Hendan váttan skal fylgja við øllum føroyskum fiski og fiskavørum, sum verður innfluttur í ES. Um ikki, hevur tað við sær, at fiskurin ikki sleppur inn í ES.
Harafturat seta nýggju ES-reglurnar krøv til føroysk skip, sum landa beinleiðis í ES-havnum, um at boða frá, áðrenn tey koma í havn.
Á kunningarfundinum týsdagin fara starvsfólk í Fiskimálaráðnum at greiða frá nýggju krøvunum frá ES og hvat tey merkja fyri føroyskar fiskaútflytarar og fiskiskip, sum landa í ES havnum.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios