1Mai19 PF9A0736
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kunningarfundur um reglur fyri vinnutól

11. august. 2026 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Mikudagin 19. august kl. 14.30 verður kunningarfundur í Vinnuhúsinum, har greitt verður frá uppskotinum til kunngerð um vinnubrøv til ávís vinnutól

Almanna- og bústaðarmálaráðið hevur sent uppskot til kunngerð um vinnubrøv til ávís vinnutól til ummælis.

Sambært uppskotinum verður kravt vinnubræv fyri at brúka ávís vinnutól, herundir ávísar kranar, gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, teleskoplessarar, dumparar, entreprenørmaskinur og terminaltrekkjarar.

Á fundinum mikudagin 19. august kl. 14:30 í Vinnuhúsinum fara umboð fyri Arbeiðs- og brunaeftirlitið at greiða frá ætlanunum, og høvi verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Uppskotið til kunngerð sæst her.

Tiltakið er opið fyri limum í Vinnuhúsinum. Tiltakið er ókeypis, men boðast skal frá luttøku við at melda til her:

Vinarliga útfyll teigarnar niðanfyri:

Eg vátti at hava lisið og góðkent viðgerð av persónsupplýsingum, sum lýst í skjalinum niðanfyri

 Skjal um viðgerð av persónsupplýsingum

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)