Semja 2
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kunningarfundur um semjuna við arbeiðarafeløgini

18. mai. 2026 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi fyri limum um nýggju semjuna við arbeiðarafeløgini

Semjan, sum varð undirskrivað 7. mai 2026, verður gjøgnumgingin á kunningarfundinum, og limir fáa høvi at seta spurningar um innihaldið.

Kunningarfundurin verður týsdagin 19. mai kl. 15.00 í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7. Møguleiki verður eisini at fylgja fundinum umvegis stroyming.

Limir, sum vilja stroyma kunningarfundin, kunnu senda teldupost til industry@industry.fo og biðja um leinki til stroymingina. Leinkið verður sent týsdagin fyrrapart.

Á fundinum verður fyrst ein framløga um semjuna, og síðani verður høvi at seta spurningar.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)