Kunningartiltak um fyritøkuveð

26. mars. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mánadagin 2. apríl kl. 09.00 skipar Felagið Peningastovnar fyri áhugaverdum kunningartiltaki um fyritøkuveð á Parnassinum á Hotel Hafnia.

Endamálið er at upplýsa um fyritøkuveð og kunna um, hvussu fyritøkuveð, áognarpant og veðsetingarbann kunnu betra um fíggingarmøguleikarnar hjá fyritøkum.
Lóggáva um fyritøkuveð er ikki í Føroyum, men royndirnar í Danmark vísa, at hendan lóggáva kann betra um møguleikarnar hjá fyritøkum at fáa fígging.
Fyritøkuveð er heimilað og nógv brúkt sum veðsetingarháttur í øllum okkara grannalondum umframt í fleiri londum í europa. Tað er tískil ein fyritreyt, at fyritøkupant verður heimilað í føroyskari lóggávu, um ynskiligt er at fáa betri fíggingarmøguleikar hjá vinnuni í Føroyum.
Vegleiðandi skrá:
·         Hvat er fyritøkuveð?                         Henry Heiberg partner í KPMG
·         Hví fáa lóggavu um fyritøkuveð?        Henry Heiberg partner í KPMG
·         Avleiðingar um einki hendir               Henry Heiberg partner í KPMG
·         Spurningar og viðmerkingar
Henry Heiberg hevur fyrilestur í uml. 1-1,5 tíma. Eftir hetta er kjak/prát millum luttakararnar og nevndina í Felagnum Peningastovnar.
Tiltakið er ætlað vinnuni og er ókeypis.
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til industry@industry.fo ella við at ringja á tlf. 309900.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737