Skærmbillede 2025 10 27 214949
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kunningartiltak um sálarligt arbeiðsumhvørvi

27. oktober. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hvat er hent hjá arbeiðsgevarum at vita um nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi? Kom á kunningartiltak í Vinnuhúsinum tann 13. november

Hósdagin 13. november kl. 14.00 verður kunningartiltak í Vinnuhúsinum, sum Vinnuhúsið skipar fyri.

Arbeiðs – og Brunaeftirlitið greiðir frá innihaldinum í kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi, og Articon fer at greiða frá, hvussu tey arbeiða við sálarligum arbeiðsumhvørvi.

Skráin:

  • Vinnuhúsið bjóðar vælkomin
  • Arbeiðs – og Brunaeftirlitið greiðir frá kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi
  • Articon greiðir frá, hvussu tey arbeiða við sálarligum arbeiðsumhvørvi
  • Greitt verður frá, hvussu lítlar fyritøkur kunnu arbeiða við sálarligum arbeiðsumhvørvi 

Stað: Vinnuhúsið (Óðinshædd 7)
Dagur: Hósdagin 13. november
Klokkan: 14.00 – 15.30.

Samband
Um spurningar eru í samband við tiltakið, kunnu tit venda tykkum til Eydnu Danielsen, starvsfólk í Vinnuhúsinum, á eydna@industry.fo.


Tiltakið er ókeypis og er fyri allar limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum. Neyðugt er at boða frá luttøku her:

 

Vinarliga útfyll teigarnar niðanfyri:

Eg vátti at hava lisið og góðkent viðgerð av persónsupplýsingum, sum lýst í skjalinum niðanfyri

 Skjal um viðgerð av persónsupplýsingum

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios