2148902523
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kunningartiltak um útlendsk starvsfólk

17. oktober. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hvat skalt tú sum arbeiðsgevari vita, tá ið tú hevur útlendsk starvsfólk í starvi? Kom á kunningartiltak á Hotel Brandan 23. oktober

GG! Upprunaliga skuldi kunningartiltakið vera í Vinnuhúsinum, men tiltakið er flutt á Hotel Brandan ístaðinfyri.

Hósdagin 23. oktober kl. 14:30 verður kunningartiltak á Hotel Brandan, har Vinnuhúsið, Útlendingastovan og Spekt greiða frá viðkomandi evnum fyri arbeiðsgevarum, ið hava útlendsk starvsfólk í starvi ella samstarva við undirveitarar, sum hava útlendsk starvsfólk.

Skráin

  • Vinnuhúsið bjóðar vælkomin
  • Útlendingastovan kunnar yvirskipað um viðgerðir av umsóknum til arbeiðsloyvi
  • Jákup Jacobsen, grannskoðari hjá Spekt, greiðir frá meðábyrgd hjá føroyskum arbeiðsgevarum í skattaviðurskiftum, tá ið talan er um undirveitarar við útlendskum starvsfólkum ella starvsfólk frá vikarskrivstovum

Eftir framløgurnar verður høvi at seta spurningar.

Stað: Hotel Brandan
Dagur: Hósdagin 23. oktober
Klokkan: 14:30 – 16:00

Samband
Um spurningar eru í samband við tiltakið, kunnu tit venda tykkum til Báru Gunnarsdóttir, ráðgeva í Vinnuhúsinum, á bara@industry.fo.

Tiltakið er ókeypis og fyri allar limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum. Neyðugt er at boða frá luttøku her:

Vinarliga útfyll teigarnar niðanfyri:

Eg vátti at hava lisið og góðkent viðgerð av persónsupplýsingum, sum lýst í skjalinum niðanfyri

 Skjal um viðgerð av persónsupplýsingum

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios