Kunningartiltak um útlendsk starvsfólk

Hvat skalt tú sum arbeiðsgevari vita, tá ið tú hevur útlendsk starvsfólk í starvi? Kom á kunningartiltak á Hotel Brandan 23. oktober

17. oktober. 2025 | Tiltak

Hósdagin 23. oktober kl. 14:30 verður kunningartiltak á Hotel Brandan, har Vinnuhúsið, Útlendingastovan og Spekt greiða frá viðkomandi evnum fyri arbeiðsgevarum, ið hava útlendsk starvsfólk í starvi ella samstarva við undirveitarar, sum hava útlendsk starvsfólk.

Skráin

  • Vinnuhúsið bjóðar vælkomin
  • Útlendingastovan kunnar yvirskipað um viðgerðir av umsóknum til arbeiðsloyvi
  • Jákup Jacobsen, grannskoðari hjá Spekt, greiðir frá meðábyrgd hjá føroyskum arbeiðsgevarum í skattaviðurskiftum, tá ið talan er um undirveitarar við útlendskum starvsfólkum ella starvsfólk frá vikarskrivstovum

Eftir framløgurnar verður høvi at seta spurningar.

Stað: Hotel Brandan
Dagur: Hósdagin 23. oktober
Klokkan: 14:30 – 16:00

Samband
Um spurningar eru í samband við tiltakið, kunnu tit venda tykkum til Báru Gunnarsdóttir, ráðgeva í Vinnuhúsinum, á bara@industry.fo.

Tiltakið er ókeypis og fyri allar limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum. Neyðugt er at boða frá luttøku her

 

 

Annað á breddanum

  1. Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026

    Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5423
  2. Stórur áhugi fyri burðardyggari bygging

    Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

    12. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261008 131509001 Ios
  3. Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

    Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    20261008 142532265 Ios