Kvinnuligir handverkarar

08. juni. 2020 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Nógv fokus verður sett á at fáa fleiri kvinnur at starvast og støðast í handverksvinnunum. Dansk Byggeri hevur seinasta árið havt átak koyrandi. Eisini í Føroyum verður ljós varpað á møguleikarnar.

“Byggeriets kvinderåd” varð í 2018 sett á stovn fyri at varpa ljós á starvsmøguleikar hjá kvinnum í byggi- og annleggsvinnuni. Endamálið við ráðnum er í fyrstu atløgu at eggja fleiri kvinnum at finna sær starv í byggi- og annleggsvinnuni og síðan at fáa kvinnur at vera verandi í hesum vinnugreinum. Kvinnuráðið er komið við otta viðmælum, um hvussu hetta endamál kann røkkast, fýra til hvørt átaksøki.

Í Dansk Byggeri, har tey eiga stóran leiklut í Kvinnuráðnum, eru tey framvegis spent uppá átakið. Underdirkektør Louise Phil vísir á, at skal ein mentan broytast, so tekur tað tíð. “Men okkum tørvar hjálp, um mentanin skal gróðursetast bæði hjá teimum ungu, teirra foreldrum, útbúgvingunum, í fyritøkunum og í samfelagnum sum heild” sigur Louise Phil. Broytingar henda hvørki skjótt ella av sær sjálvum. Í Dansk Byggeri arbeiða tey framvegis við átakinum fyri at fáa fleiri kvinnur í byggi- og annleggsvinnuna.

Bert fáar kvinnur í læru í Føroyum

Eisini í Føroyum er neyðugt at seta fokus á læru- og starvsmøguleikar í handverksvinnunum fyri kvinnur. Tað heldur Sámal Erik Hentze, formaður í Havnar Handverksmeistarafelag: ”Vit hava sera góðar royndir við teimum kvinnunum, sum vit hava havt í læru. Tað liggur væl fyri og tær fara væl um. Tær duga ofta nøkur ting, sum vit mannfólk ikki duga. Og hetta við at tað er tungt arbeiði passar ikki longur. Kvinnurnar klára væl tey fysisku krøvini, harumframt eru tólini so framkomin, at arbeiðið er fysiskt lættari. Tað er ein myta at handverksfakini bara eru fyri menn, men vit hava als ikki verið nóg dugnalig at varpa ljós á hesar góðu útbúgvingar- og starvsmøguleikar fyri kvinnur.”

Tøl frá Yrkisdeplinum vísa, at bert 5% av teimum 219 lærlingunum í byggifakunum eru kvinnur og á tekniska økinum eru einans  4,5% av teimum 463 lærlingunum kvinnur.

“Jú sjálvandi skulu vit til at gera nakað fyri at seta størri fokus at starvsmøguleikar fyri kvinnur í byggivinnuni og á tekniska økinum” sigur Sámal Erik Hentze. Hóast man ikki hevur sett eitt skipað átak í verk í Føroyum, hevur man leingi verið ígongd við at gera nakað við støðuna. Handverksmeistarafelagið hevur í seinastu fimm árini m.a. skipað fyri tiltakinum “Greið frá tínum yrki”, har handverkarar greiða næminum í 8. flokki frá, um hvussu tað er at vera handverkari. Til hetta átak hevur felagið á hvørjum árið tryggja, at kynsumboðanin hevur verið so góð sum gjørligt.

“Tað er neyðugt at fortelja tær góðu søgurnar og at vísa á týdningin av at hava kvinnur á byggiplássunum” sigur Sámal Erik Hentze at enda.

Kelda: Dansk Byggeri

Annað á breddanum

  1. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO
  3. Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

    Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    DALO 2025