IMG 5771

Lær at gera CO₂-roknskap

09. februar. 2026 | Tíðindi

Kom í gongd við CO₂-roknskapi og fá betri yvirlit yvir útlátið hjá tíni fyritøku

Týsdagin 24. februar skipar Vinnuhúsið fyri kunnandi skeiði, har fyritøkur fáa høvi at koma ordiliga í gongd við CO₂-roknskapi. Skeiðið er ætlað fyritøkum, sum vilja hava betri innlit í egið útlát og vilja brúka CO₂-roknskap sum amboð í arbeiðinum við burðardygd.

Á skeiðnum verður greitt frá, hvussu ein CO₂-roknskapur verður settur upp, og hvussu fyritøkur kunnu nýta ókeypis CO₂-roknaran hjá Umhvørvisstovuni. Dentur verður lagdur á at gera arbeiðið skiljandi og yvirkomiligt; eisini fyri fyritøkur, sum ikki áður hava arbeitt við CO₂-roknskapi.

Luttakarar fáa eisini høvi at gera sín egna CO₂-roknskap á staðnum fyri vav 1 og vav 2, sum fevnir um útlát frá egnum olju-, fjarhita- og elnýtslu. Endamálið er, at fyritøkurnar fara heim við einum ítøkiligum yvirliti yvir egið útlát og einum betri grundarlagi fyri framtíðar átøk.

Fyri nógv kann fyrsta stigið í CO₂-roknskapi tykjast torført. Við hesum skeiðnum vil Vinnuhúsið lækka gáttina og vísa, at arbeiðið kann skipast á ein einfaldan og skipaðan hátt, og at smá stig eisini kunnu hava stóran týdning.

Nær: Týsdagin 24. februar kl. 14.00–15.30
Hvar: Í Vinnuhúsinum

 

Tiltakið er ókeypis og ætlað øllum limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess.

CO2-roknarin fyri 2025 er nú tøkur
CO2-útlát er eitt av vanligastu lyklatølunum í burðardygdararbeiði hjá fyritøkum. Samstundis er burðardygd í vaksandi mun ein kappingarparametur bæði í sambandi við kundar, útboð og samstarv.

CO2-roknarin, sum nú er tøkur fyri 2025, ger tað lættari hjá fyritøkum og øðrum at náa hesum endamáli. Hann gevur nágreiniliga mynd av útlátinum og kann eggja fyritøkum at seta átøk í verk.

CO2-roknarin, sum kom út á fyrsta sinni í 2022, kann takast niður á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4