As5q3021

Lærlingar avgerandi fyri starvsfólkatilgongdina

15. januar. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at yrkisútbúgvingarnar framvegis eru høgt í metum ímillum ung og tilkomin fólk, sum skulu velja sær yrkisleið.

Mongu lærlingarnir hjá føroysku fyritøkunum hava sera stóran týdning fyri at tryggja eina støðuga og neyðuga starvsfólkatilgongd í privatu vinnuni. Tað vísa nógvar fyritøkur á, sum eru partur av kanningin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um starvsfólkatørvin í privatu vinnuni.

Breiður tørvur
Kanningin vísir, at tað er stórur tørvur á yrkislærdum starvsfólkum í Føroyum. Tørvurin á lærlingum endurspeglar í stóran mun tørvin hjá privatu vinnuni á yrkislærdum starvsfólkum. Fyritøkurnar leita eftir smiðjum av øllum handaslagi, billakerarum, kokkum, kondittarum, byggismiðum, speditørum, timburmonnum, málarum, elektrikarum, múrarum, slaktarum, bakarum og handilslærlingum fyri at nevna nøkur.

Framvegis høgt í metum
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at hagtøl hjá Yrkisdepilinum vísa, at yrkisútbúgvingarnar framvegis eru høgt í metum ímillum ung og tilkomin fólk, sum skulu velja sær yrkisleið. Lesið meira her

Men tað ber til at gera tað enn meira lokkandi at gerast lærlingur í Føroyum. Tað vísir kanningin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Skúlagongd í Føroyum
Tað vísir seg at vera ein avbjóðing hjá fleiri lærlingum innan ymisk handverk, at tað er neyðugt hjá teimum at fara til Danmarkar á skúlabonk. Hetta heldur teimum aftur at fara í læru, siga fyritøkurnar.  Úrslitið gerst, at tilgongdin til handverksvinnuna ikki verður so góð, sum hon kundi.

Møguleikin fyri at flyta skúlagongdina til Føroya verður nevnt sum ein skilagóð loysn. Fyri fleiri yrkir er tað eisini ein avbjóðing, at lærlingar í skúlatíðini í Danmark læra um donsk viðurskifti, sum ikki kunnu sammetast við føroysk viðurskifti. Hetta er eitt nú galdandi fyri ferðaskrivstovuútbúgvingina og byggismiðir.

Av teimum 58 útbúgvingunum, sum føroyskir lærlingar læra innanfyri í løtuni, ber til at taka skúlagongdina til 14 teirra í Føroyum. Til hinar 44 útbúgvingarnar krevst, at lærlingar fara til Danmarkar í skúla.

Tørvur á vaksnamannalæru
Nógvar fyritøkur halda fyritøkurnar, at tað er neyðugt at leggja størri dent á vaksnamannalæring. Møguleikarnir at fara í vaksnamannalæru eru alt ov fáir í Føroyur.

Nakrar fyritøkur vísir á, at tað er ov trupult at fáa vaksin í læru, tí teirra lærlingaløn er alt ov lág í mun til fíggjarligu skyldurnar, tú vanliga hevur sum vaksin. Her er stóra avbjóðingin lønin fyri skúlatíðarskeiðini, tá ið lærlingurin ikki luttekur í framleiðsluni.

Raðfestið yrkisútbúgvingarnar
Í samgonguskjalinum verður sagt, at yrkisútbúgvingar skulu raðfestast frammarlaga við fleiri yrkisútbúgvingum og vaksnaútbúgving. Tá ið hetta arbeiðið byrjar, er upplagt at hyggja nærri at, hvørjar yrkisútbúgvingar, vit eiga at miðja eftir at flyta heim. Í sama viðfangi er tað skilagott at fara undir eina tilgongd at samskipa vaksnamannalæru í Føroyum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag er altíð til reiðar at geva sítt íkast.

Annað á breddanum

  1. Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úrslitið

    24. Apríl. 2024 | Shipping
    HBF LOGO
  2. Samskifti havt aðalfund

    Hósdagin 18. apríl var aðalfundur í Samskifti

    22. Apríl. 2024 | KT- og samskifti
    Bára Vika 19
  3. Pantskipanin skal bæði vera smidlig og effektiv

    Ein pantnevnd skal tryggja, at pantskipanin er so effektiv sum gjørligt, heldur Handilsvinnufelagið

    22. Apríl. 2024 | Burðardygd
    IMG 0235