Lærlingarnir skulu vera fyrimyndir

27. juni. 2016 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Hetta sigur lærlingafelagið Erhvervsskolernes ElevOrganisation í Danmark

Málið í yrkisútbúgvingarnýskipanini í Danmark er, at fjórði hvør næmingur skal velja at fara í læru eftir 9. og 10. flokk. Men hóast meira ljós verður varpað á tørvin á útlærdum handverkarum, eru framvegis ov fá ung, sum kenna yrkisútbúgvingarnar.

Tí hevur danska Ministeriet for Børn, Undervisning og Ligestilling gjørt eina avtalu við næmingafelagið Erhvervsskolernes ElevOrganisation (EEO) um til heystar at fara undir eitt átak við fyrimyndum. Tá fer EEO at senda nakrar fyrimyndir út til fólkaskúlarnar fyri at greiða frá nógvu møguleikunum við yrkisútbúgvingunum.

Í dag velja nógv automatiskt miðnámsútbúgvingarnar. Næmingunum í fólkaskúlanum tørvar ein betri kunnleika til yrkisútbúgvingarnar, áðrenn tey kunnu velja tær. Hvussu skal man droyma um at gerast ídnaðartøkningur ella føðsluatstøðingur, um man ongantíð hevur hoyrt um, at hesar útbúgvingar eru til, sigur danski ráðharrin fyri børn, undirvísing og javnstøðu, Ellen Trane Nørby.

Átakið “Vejen til en erhvervsuddannelse” skal brúka 60 lærlingar, sum eru í gongd við eina yrkisútbúgving, sum fyrimyndir. Tey fara á heysti 2016 at vitja 300 danskar fólkaskúlar við 7. og 8. flokkum og at halda kunningartiltøk á teknisku skúlunum.

EEO hevur tørv á, at danskar fyritøkur hjálpa til at velja teir góðu lærlingarnar, sum eru stoltir av teirra faki, og sum eru sinnaðir at taka nakrar dagar úr kalendarinum at vitja fólkaskúlar. Sambært Mie Hovmark, sum er næstformaður í EEO, eru tað ikki bara lærlingarnir, sum fáa nakað burturúr.

Fyritøkurnar verða sjónligar, og tað gevur eitt betri grundarlag fyri at fáa nýggjar góðar umsóknir, tá fyritøkan skal hava lærlingar. Tey eru eisini við til at styrkja áhugan hjá teimum ungu at fara undir tær yrkisútbúgvingar, sum allar kanningar siga fara at verða ein mangulvøra í árunum, sum koma, tá tað eldra ættarliðið fer á pensión, sigur hon.

Átøk í Føroyum

Í Føroyum eru handverksmeistarafeløgini og handverkarafeløgini saman um líknandi átøk. Sum ein royndarverkætlan hevur verið vitjað á fólkaskúlum í høvuðsstaðnum, har útbúnir handverkarar innan ymisk fak hava greitt frá lívi sínum sum yrkislærd. Eisini eru tilfar og tilboð til fólkaskúlan í umbúnaði. Her er talan um skipaðar skúlavitjanir á byggiplássum umframt ítøkiligt tilfar til undirvísingina í støddfrøði, sum er eitt týdningarmikið amboð hjá nógvum handverkarum.

Eins og í Danmark er tørvurin á handverkarum ein stór avbjóðing, og tí er eitt av málunum hjá føroysku handverksmeistarafeløgunum at gerast meira sjónlig fyri teimum ungu, teirra foreldrum, lærarum og lestrarvegleiðarum. Týdningarmikið er at síggja møguleikarnar í yrkisútbúgvingunum sum starvsmøguleiki í sjálvum sær og sum lopfjøl til hægri lestur.

Kelda: DI Business

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4