Kunningartiltak 14. januar gav NámX-næmingum innlit í lærupláss og vegir út á arbeiðsmarknaðin
Tá ið skúlaárið er liðugt í summar, standa gott 150 næmingar á NámX framman fyri einum týðandi vali. Hvat er næsta stig á lívsleiðini? NámX hevur avloyst 10. flokk, og her fáa næmingar møguleika at royna ymiskar breytir, ið knýta skúlagongdina tættari at arbeiðsmarknaðinum.

Fleiri av breytunum á NámX leggja beinleiðis upp til lærupláss sum næsta stig. Á Tøknibreytini arbeiða næmingar við bil-, el- og metalfakum, meðan Handverksbreytin hevur serligt fokus á timbur og bygging. Felags fyri breytirnar er, at tær lata upp fyri útbúgvingum, har eftirspurningurin eftir faklærdari arbeiðsmegi er stórur.
Stórur tørvur á faklærdum handverkarum
Sum liður í at fyrireika næmingarnar til arbeiðsmarknaðin skipaði NámX saman við Føroya Handverksmeistarafelag fyri kunningartiltaki, har arbeiðsgevarar greiddu frá, hvat krevst fyri at fáa eitt lærupláss, og hvat ein kann vænta av lívinum sum lærlingur.

“Tað er alneyðugt, at ung fáa eitt realistiskt og jaligt innlit í handverksútbúgvingar”, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.
“Handverkslæra er ikki bara ein útbúgving, men ein tryggur vegur til arbeiði. Tú fært løn undir útbúgving, veruligar arbeiðsroyndir og sera góðar møguleikar fyri føstum starvi, tá ið tú ert liðugur”.
Hann leggur afturat, at føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur stóran tørv á faklærdum handverkarum bæði í byggivinnuni innan fyri konstruktiónir, el, rør og timbur, men avgjørt eisini á verkstøðum innan fyri metal og bilgreinar.
“Tørvurin fer bara at vaksa komandi árini”, staðfestir Magnus.

Tiltakið 14. januar gav næmingunum høvi at seta spurningar, hoyra persónligar royndir og fáa greiðari fatan av, hvussu leiðin er frá skúla og út í læru. Boðskapurin var greiður: Handverkslæra er eitt nútímans og framtíðartrygt val við góðum arbeiðsmøguleikum í Føroyum.

Tey, sum greiddu frá, vóru:
- Jógvan Hovland – Maskinsmíð (Mest)
- Heri Kjærbo – Byggi- og húsasmíð (Articon)
- Kjartan Højgaard – Elektrikarar (Leif Mohr)
- Sjúrður Jacobæus – Gartnari (Hjálpirót)
- Heðin Hansen – Bilsmíð (Reyni Service)