Lættari at fáa patent í USA

03. november. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Frá í dag verður skjótari hjá donskum og føroyskum fyritøkum at fáa patent í USA. Ein nýggj avtala kann stytta um viðgerðartíðina við upp til 22 mánaðum.

Nú skal verða liðugt við áralongum viðgerðartíðum, tá ein danskur innovatørur søkjur um patent í USA. Ein nýggj avtala merkir, at danskar fyritøkur kunnu lata amerikonsku patentumsitingina endurnýta kanningar, sum Patent- og Varemærkestyrelsen longu hevur gjørt. Hetta kann stytta viðgerðartíðina við upp í 22 mánaðir, sigur Økonomi- og Erhvervsministeriet.
Í Danmark liva vit av okkara góðu hugskotum. Tí er tað týdningarmikið, at danskar fyritøkur hava teir bestu møguleikarnar fyri at fáa vart teirra hugskot ymsa staðni í heiminum. Við avtaluni kunnu vit nú bjóða klókum donskum fyritøkum og driftigum fyritøkum ein snarveg inn á tann týdningarmikla amerikanska marknaðin, sigur danski búskapar- og vinnumálaráðharrin Lene Espersen.
Í nógvum førum søkja fyritøkurnar um patent fyri sama uppfinnilsi í fleiri londum samstundis. Tí sita fleiri patentmyndugleikar og viðgera somu mál samstundis. Hetta hevur við sær longri viðgerðartíð fyri danskar innovatørar, sum vilja verja teirra hugskot altjóða.
Umleið 1.000 danskar fyritøkur søkja hvørt ár um patent í USA. Patent- og Varemærkestyrelsen hevur longu líknandi avtalu um endurnýtslu av kanningum við Japan, og ein líknandi avtala við Korea kemur í gildi 1. mars 2009.
Kelda: ErhvervsBladet.dk

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)