Lættari at finna runt í norðurlendska regluverkinum

30. apríl. 2018 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nú verður lættari hjá føroyskum fyritøkum, sum vilja stovnseta fyritøku í einum norðurlandi, at kunna seg um galdandi lóggávu í ymisku londunum. Norðurlendska Ráðharraráðið hevur stovnsett ein leinkjuportal, sum leiðir til regluverkið um stovnsetan av fyritøkum, rekruttering av starvsfólki ella sølu og handil.

Norðurlendska Ráðharraráðið  hevur almannakunngjørt leinkjuportalin Norden Business, sum hevur savnað viðkomandi leinkjur til almennar stovnar og regluverk, sum leggja karmar um at reka fyritøku í norðurlondunum.

Endamálið við portalinum er at geva eitt yvirblikk yvir lógir og reglur í einstøku norðurlondunum, við at velja einstaka landi og soleiðis fáa eitt skjótt yvirlit yvir, hvat er galdandi viðvíkjandi stovnsetan av fyritøkum, rekruttering av starvsfólki ella sølu og handli í teimum einstøku norðurlondunum.

Umframt leinkjuportalin er eisini møguleiki at finna leinkjur til viðkomandi myndugleikar, har tað ber til at fáa persónliga vegleiðing. Portalurin er á svenskum, donskum, finskum, norskum og íslendskum máli.

Málbólkurin er serliga smærri og miðalstórar fyritøkur, sum ynskja at stovnseta fyritøkur ella finna starvsfólk á norðurlendska marknaðinum.

Atgongd til leinkjuportalin er: http://nordenbusiness.org/home

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737