Lættari At Seta Útlendingar Í Starv Í Danmark

Lættari at seta útlendingar í starv í Danmark

11. august. 2025 | Tíðindi

Danmark lækkar inntøkumarkið fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi úr 500.000 til 300.000 kr. fyri at møta vaksandi tørvinum á arbeiðsmegi

Markið fyri, hvussu nógv eitt útlendskt starvsfólk skal forvinna fyri at kunna fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Danmark, verður nú lækkað. Nýggja skipanin fevnir um 16 ymisk lond uttan fyri ES.

Semja er gjørd millum danskar myndugleikar, fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg um at lækka kravdu ársinntøkuna hjá útlendskum starvsfólkum úr góðum 500.000 kr. niður í 300.000 kr. Í hesum upphæddum verður roknað løn og feriuløn. 

Lækkingin er fyribils galdandi fyri 16 útvald triðjalond, sum tilsamans fevna um umleið helvtina av fólkatalinum í heiminum. Orsøkin er tann stóri starvsfólkatørvurin, har betri atgongd til at seta útlendsk starvsfólk í starv er neyðug fyri at tryggja framhaldandi búskaparvøkstur.

Tað eru einans undangóðkendir arbeiðsgevarar, ið eru fevndir av kollektivum sáttmála, sum kunnu brúka skipanina við lækkaðum inntøkumarki. Eisini eru onnur krøv, sum arbeiðsgevarin skal lúka fyri at kunnu brúka hesa skipanina. 

Hesi tiltøk snúgva seg um at fyribyrgja sosialari dumping. Millum annað má arbeiðsgevarin ikki seinastu tvey árini hava fingið bót fyri at gjalda útlendskum starvsfólki ov lága løn og ikki vera revsaður meira enn tvær ferðir fyri brot á útlendingalógina.

Danski ES-limaskapurin hevur við sær, at starvsfólk úr øðrum ES-londum frítt kunnu flyta til Danmarkar at arbeiða. Sama er galdandi fyri starvsfólk úr øðrum norðurlondum. 

Eisini eru ymiskar Fast Track-skipanir fyri at seta starvsfólk úr triðjalondum í starv, men við nýggju skipanini verður lættari at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Danmark til ein breiðari hóp av starvsfólkum.

Kelda: Beskæftigelsesministeriet

Annað á breddanum

  1. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  2. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)
  3. Rúmligur arbeiðsmarknaður krevur samstarv

    Fólk við skerdum arbeiðsføri kunnu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum, um arbeiðspláss og skipanir spæla saman

    07. september. 2026 | Burðardygd
    20260902 121419634 Ios