Laksaprísur – so gongur niður aftur

29. august. 2011 | Tíðindi | Havbúnaður

Við himmalhøgum laksaprísi í 2010 og nakað inn í 2011 hevur tað verið serstakliga hugaligt at selja laks á altjóða marknaðinum.

Tað er framvegis hugaligt at selja laks, men gongdin er vend, og prísirnir ganga nú niður eftir. Marknaðarserfrøðingar fylgja gongdini neyvt og royna at spáað um, hvussu langt niður prísurin er ávegis.
Uppgerðir fyri laksaprísin vísa, at lækkingin í ár hevur verið stór. Uppgerðirnar vísa, at miðal laksaprísurin varð uppá tað hægsta í apríl mánaði, tá prísurin varð oman fyri 40 kr/kg, ið er ein serstakliga høgur prísur. Men síðani eru prísirnir lækkaðir munandi. Vikurnar eftir apríl lækkaði prísurin støðugt heilt niður á 23 kr/kg. Prísurin hækkaði síðani nakað aftur til væl oman fyri 25 kr/kg. Nýggjasta uppgerðin, sum er fyri viku 33, vísir ein prís um 25 kr/kg. Til samanberingar kann nevnast, at framleiðsluprísurin er um góðar 20 kr/kg.
Um útlitini fyri laksaprísinum fyri framman, sigur Óli Hansen, søluleiðari fyri Hiddenfjord: “Tað er torført at meta um. Marknaðurin er undir stórum trýsti. Útboðið er stórt úr Noregi, Skotlandi, Kili og Føroyum. Trupult er at siga um marknaðurin kemur at vaksa tilsvarandi.”
Alisøgan hevur víst, at í alivinnuni eru sveiggini stór, og tað er so oman fyri nevnda gongd enn eitt dømi um.
Kelda til prísir: NOS Clearing.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)