Laksurin er mest effektiva húsdjórið

18. mai. 2009 | Tíðindi | Havbúnaður

Veitst tú, hvussu nógvur villur fiskur skal til fyri at framleiða eitt kilo av laksi? Veitst tú, hvussu nógvan fisk man fær í mun til kjøt, við at fóðra somu nøgd av fóðri, frá eitt nú laksi, høsnarunga ella grísi? Og verður tað fiskað meira ídnaðarfiskur nú alivinnan hevur tikið seg upp yvir 30 ár til at framleiða 1,5 mió. tons? Hetta hevur fakblaðið Norsk Fiskeoppdrett svar uppá í einari plakat, sum varð send út við blaðið nr. 4 í ár. .

Kjakið um aling og burðardyggheit í mun til gagnnýtsluna av rávørunum til fóður, hevur fingið mikla umrøðu fyrr í ár. Alivinnan fekk nógvar atfinningar frá fjølmiðlum og umhvørvisfelagsskapum um hetta mál og tað vóru nógvar kenslur og uppáhald førd fram í hesum sambandi.
Norsk Fiskeoppdrett hevur tí gjørt eitt yvirlit yvir fakta, sum lýsa alivinnuna, og sum er ætlað til at fáa avlívað tær søgur, sum hava verið bornar fram og har niðurstøður eru gjørdar á skeivum grundarlagi. Tað sum dentur verður lagt á í hesum upplýsingartilfari, er nýtslan av rávørum í fóðri og í hvønn mun rávørurnar verða gagnnýttar. Hetta er gjørt fyri, at øll tey, sum fáast við aling kunnu fáa høvi til at sita við teimum somu røttu upplýsingum, tá spurningur verður settur við hetta. Onnur, sum hava áhuga fyri aling kunnu sjálvsagt eisini hava nyttu av hesum.
Plakatin er gjørd av blaðnum Norsk Fiskeopdrett og blaðið undirstrikar, at eingir sponsorar eru til hetta tiltakið og eingi áhugabólkar hava havt leiklut, tá hetta varð gjørt. Tey, sum halda blaðið hava fingið plakatina og um áhugi er fyri henni ber til at venda sær til blaðið. (Kelda: www.kyst.no)

 

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)