Landsbankin slær seymin á høvdi

23. august. 2010 | Áskoðan

Seinasta frágreiðing Landsbankans sigur tað, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur víst á og ávarað ímóti. Almennu útreiðslurnar eru eksploderaðar, og nú verður rokningin send vinnuni.

Í seinastu frágreiðingini frá Landsbankanum verður víst á, at grundraksturin í landskassanum frá ár 2000 til 2010 er versnaður við 1.350 mió kr. Í sama tíðarskeiði eru inntøkurnar vaksnar við 660 mió. kr. Útreiðslurnar eru sostatt vaksnar heilar tvær milliardir.
Staðfestingin av, at almennu útreiðslurnar eru vaksnar við stórari ferð í Føroyum og við munandi størri ferð enn í grannalondunum, er sera ørkymlandi. Tíverri akkurát tað, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur víst á ferð aftaná ferð í sambandi við uppskot um tiltikna Ólavsøkupakkan og viðgerðina av fíggjarkørmunum fyrr í ár, har lagt verður upp til at leggja alt fleiri avgjøld á vinnuna. Hetta sýnist at verða einasti mátin landsstýrið sær ein møguleika at útvega inntøkur og sostatt eitt frægari úrslit á fíggjarlógini.
Politiski viljin til at gera átøk, sum kunnu minka um almennu útreiðslurnar er ikki til staðar. Tosað verður um reformar og sparingar í almenna rakstrinum, men hetta eru bert orð. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at politiskar raðfestingar mangla.
Veruligir reformar skulu til, sum geva neyðugu rationaliseringina av almenna rakstrinum. Her verður m.a. hugsa um tað ótal av stovnum, sum eru, har fá fólk starvast. Hesir eiga at verða samanlagdir, og fíggjarorkan raðfest til tey økir, har tørvur er. Átøk eru neyðug, sum krevja umleggingar og politiskar semjur fyri at finna loysnir, sum hóska til okkara lítla land og fíggjarorku.
Grundað á tær útmeldingar, sum hava verið frá politisku skipanini seinastu tíðina og út frá tí, sum var lagt fram í sambandi við viðgerð av fíggjarkarminum fyri 2011, hevur vinnan tíverri ikki annað í væntu enn somu tilgongd, sum vit hava sæð seinnu árini. Rokningin fyri útreiðsluvøksturin verður sendur vinnuni.

Annað á breddanum

  1. Ársfundur í Varandi Vinnu

    Á ársfundinum í Varandi Vinnu varð nýtt stýri valt, og samtykt varð at savna netverkini í eitt felags netverk

    11. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 9828
  2. Rúmligur arbeiðsmarknaður fyri øll

    Tiltak: Hvussu kunnu arbeiðsgevarar skapa ein rúmligari arbeiðsmarknað fyri fólk við ymiskum førleikum?

    11. juni. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Snarskeið Burðardygd
  3. Tiltak um vinnumøguleikar í Grønlandi

    Aðalfundur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og tiltak um vinnumøguleikar í Grønlandi verður í Vinnuhúsinum mánadagin 15. juni

    11. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    Tiltak Vinnumøguleikar Grønland