Skills 2
Havnar Handverksmeistarafelag

Landsstýrismaðurin stuðlar Skills Føroyum

11. mai. 2026 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, stuðlar arbeiðinum fyri, at lærlingar fáa betri altjóða møguleikar gjøgnum WorldSkills

Fríggjadagin 8. mai var hátíðarhald í nýggja kappróðrarneystinum í Norðragøtu, har málningurin eftir Livari Nysted og føroyski tríbekkurin hjá Johni Høgnesen frá EuroSkills vórðu avdúkaðir.

Tiltakið savnaði nógv fólk, og bæði røður og avdúkingar vóru á skránni. Luttøkan á EuroSkills var partur av einum miðvísum arbeiði fyri at geva Føroyum møguleika at luttaka undir egnum flaggi við at fáa limaskap í WorldSkills.

Stuðul til limaskap í WorldSkills
Í røðu síni legði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, dent á týdningin av føroyskum handverki og yrkisútbúgvingum.

“Eg stuðli arbeiðinum hjá Skills Føroyum fyri at fáa føroyskan limaskap í WorldSkills. Tað er eitt týdningarmikið arbeiði, sum kann geva føroyskum lærlingum og yrkisútbúnum nýggjar møguleikar, nýggjan íblástur og sterkari altjóða tilknýti,” segði Bárður á Lakjuni.

Eisini Sigtór Petersen, formaður í Havnar Handverksmeistarafelag, sum helt røðu vegna Skills Føroyar á tiltakinum, legði dent á týdningin av at lyfta føroyskar yrkisútbúgvingar og føroyskt handverk fram.

“Hetta er heldur ikki endin á eini ferð. Hetta er byrjanin til nakað størri. Vit vilja síggja enn fleiri ung velja eina yrkisleið. Vit vilja síggja føroyskar lærlingar og handverkarar kappast og mennast altjóða. Og vit vilja síggja Føroyar gerast part av WorldSkills-felagsskapinum,” segði Sigtór Petersen.

Yrkisútbúgvingar á altjóða palli
Skills Føroyar arbeiðir við at styrkja og sjónliggera yrkisútbúgvingar í Føroyum. Millum annað arbeiðir felagsskapurin við at fyriskipa FM fyri handverkslærlingar og ung yrkisfólk. Harumframt verður arbeitt fyri at geva føroyskum lærlingum møguleika at kappast og luttaka á altjóða palli.

WorldSkills-samstarvið telur í dag meira enn 80 lond og verður mett sum heimsins størsta samstarv innan fyri yrkisútbúgvingar og handverksfak.

Í røðuni vísti landsstýrismaðurin eisini á føroyska bátin sum eitt sterkt tekin um føroyskan samleika og handverkssiðvenju.

“Handverk er ikki bara arbeiði við hondunum. Handverk er eisini mentan, samleiki og framtíð,” segði hann.

Myndir: Eysturkommuna

Annað á breddanum

  1. Jørgin Jacobsen í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaran tosa vit við Jørgin Jacobsen, stjóra í Sandship, um vøkstur og at síggja møguleikar uttan fyri Føroyar

    29. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Jørgin Jacobsen Vinnukikarin Heimasíða 2
  2. Ferðavinnan vitjaði í Kvívík

    Ferðavinnufelagið var mánadagin á økisvitjan í Kvívíkar sókn og fekk innlit í ferðavinnutilboð og møguleikar í økinum

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    20260929 103057000 Ios
  3. Hvør skal heiðrast á Ferðavinnustevnuni?

    Á Ferðavinnustevnuni 6. november verða ársins ferðavinnufólk og ársins átak heiðrað. Tú kanst vera við at avgera, hvør skal heiðrast

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5467