3
Føroya Arbeiðsgevarafelag

LEGO á Vinnudegnum 2026 – limir kunnu nú melda til

18. august. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tilmeldingin til Vinnudagin 2026 er nú latin upp fyri limum. Á skránni eru millum annað tveir leiðarar úr LEGO Group

Fríggjadagin 18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin, har vinnulívsfólk úr øllum landinum hittast til fyrilestrar, samrøður, netverkan og sosiala samveru.

Tilmeldingin er nú latin upp fyri limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess, og limir, sum melda til í seinasta lagi 24. august á midnátt, fáa 30 prosent í avsláttri.

Týsdagin 25. august verður tilmeldingin latin upp fyri øllum. Melda til Vinnudagin 2026 her.

LEGO kemur á Vinnudagin
Millum høvuðsnøvnini á skránni í ár eru Claus Søberg Larsen og Ole Hammer úr LEGO Group.

Claus er leiðari fyri Mould Academy hjá LEGO Group, sum hevur til endamáls at útbúgva dugnaligar lærlingar til verksmiðjurnar hjá LEGO bæði í Danmark og kring heimin.

Við Mould Academy arbeiðir LEGO miðvíst við einari av størstu avbjóðingunum hjá nógvum framleiðslufyritøkum, nevniliga at tryggja sær røttu fakligu førleikarnar í framtíðini.

Á Vinnudegnum fer Claus at greiða frá, hvussu lærlingar, útbúgving og førleikamenning eru ein týðandi partur av framtíðarætlanunum hjá LEGO.

Eisini kemur Ole Hammer, stjóri fyri Government & Public Affairs hjá LEGO Group í Danmark. Hann arbeiðir við samskiftinum hjá LEGO við politikarar, ráðstovur og sendistovur og hevur eisini sambandið við danskar vinnu- og vinnugreinafelagsskapir um hendi.

Ole er harumframt formaður í Legebranchen í Danmark.

Sostatt fáa luttakararnir á Vinnudegnum innlit í LEGO úr tveimum ymiskum sjónarhornum. Bæði hvussu fyritøkan tryggjar sær fakliga arbeiðsmegi og førleikar til framtíðina, og hvussu ein altjóða fyritøka arbeiðir í markamótinum millum vinnu, politikk og samfelag.

Kina og geopolitikkur
Á skránni er eisini Christina Boutrup, journalistur, rithøvundur og ein av fremstu evropeisku serfrøðingunum í Kina, geopolitikki og altjóða tøknimenning.

Í nærum 20 ár hevur hon arbeitt sum journalistur og uttanríkiskorrespondentur í Asia og hevur fylgt væl við gongdini í kinesiska samfelagnum og vinnulívinum.

Hon hevur millum annað gjørt samrøðu við Jack Ma, stovnaran av Alibaba, og skrivað fleiri bøkur um Kina, altjóða kapping og tøkniligu broytingarnar, sum eru í ferð við at broyta heimsbúskapin.

Hvussu vitlíki munar
Vitlíki fær eisini eitt týðandi pláss á Vinnudegnum í ár. Í røðini “Hvussu vitlíki munar” verða tríggir stuttir fyrilestrar við ítøkiligum dømum um, hvussu føroyskar fyritøkur longu brúka vitlíki í sínum dagliga arbeiði.

Dentur verður lagdur á tað ítøkiliga virðið og á spurningar um, hvussu nógv tíð og arbeiði kann sparast, hvat kann effektiviserast, og nær tað veruliga loysir seg at taka vitlíki í nýtslu.

Síðani verður hugt longur fram. Ulla Joensen, Jaspur Højgaard, Tóri Slættalíð og Kristian Eli Zachariasen fara saman við orðstýraranum at kjakast um, hvat vit kunnu vænta okkum á vitlíkisøkinum komandi fimm árini, og hvussu vitlíki kann broyta føroyskt vinnulív og samfelag.

Uni Holm Johannesen leiðir dagin
Tað verður Uni Holm Johannesen, sum verður orðstýrari og leiðir luttakararnar gjøgnum Vinnudagin 2026 í Norðurlandahúsinum.

Sum vant verða eisini Ársins Virki og Vinnuátakið kosin og heiðrað á degnum.

Sjálvur Vinnudagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum, meðan veitslan um kvøldið hesaferð verður í veitsluhølunum á Hotel Føroyum.

Serligur limaprísur til 24. august
Til og við 24. august á midnátt fáa limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess 30 prosent í avsláttri:

  • Við veitslu: 2.940 kr.
  • Uttan veitslu: 2.100 kr.

Frá 25. august er limaavslátturin 20 prosent:

  • Við veitslu: 3.360 kr.
  • Uttan veitslu: 2.400 kr.

Vanligur prísur er 4.200 kr. við veitslu og 3.000 kr. uttan veitslu.

 Melda til Vinnudagin 2026 her.

Annað á breddanum

  1. Tilmeldingin til Vinnudagin 2026 letur upp um eina viku

    Týsdagin 18. august letur tilmeldingin upp til Vinnudagin 2026, sum verður í Norðurlandahúsinum 18. september

    15. august. 2026 | Almenn tíðindi
    1
  2. Ferðavinnufelagið bjóðar limum sínum til økisvitjan

    Komið við á økisvitjan í Kvívíkar kommunu og bjóðið starvsfólkunum við

    11. august. 2026 | Ferðavinna
    Depositphotos 562443848 XL (1)
  3. Kunningarfundur um reglur fyri vinnutól

    Mikudagin 19. august kl. 14.30 verður kunningarfundur í Vinnuhúsinum, har greitt verður frá uppskotinum til kunngerð um vinnubrøv til ávís vinnutól

    11. august. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    1Mai19 PF9A0736