Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin
Hósdagin 8. oktober var aðalfundur í Ferðavinnufelagnum. Á aðalfundinum stóðu Henny á Líknargøtu, Andrias Sólsker og Jenny í Heiðunum fyri vali. Øll trý stillaðu uppaftur og vórðu afturvald.
Tiltakslimurin stendur fyri vali á hvørjum ári. Undan aðalfundinum boðaði Tróndur Kollsker frá, at hann ikki ynskti at stilla uppaftur. Leivur Samuelsen varð valdur sum nýggjur tiltakslimur.
Á fyrsta nevndarfundinum eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Andriasi Sólsker sum formanni og Henny á Líknargøtu sum næstforkvinnu.
Nevndin í Ferðavinnufelagnum er nú henda:
Andrias Sólsker, formaður
Henny á Líknargøtu, næstforkvinna
Sakaris Frederiksen, nevndarlimur
Jenny í Heiðunum, nevndarlimur
Halda Juul Olsen, nevndarlimur
Leivur Samuelsen, tiltakslimur
Stutt um Ferðavinnufelagið
Høvuðsendamálið hjá Ferðavinnufelagnum er at savna ferðavinnufyritøkur um felags áhugamál og skapa karmar fyri, at ferðavinnan kann vera ein týðandi táttur í føroyska búskapinum.
Ferðavinnufelagið fevnir breitt um alla ferðavinnuna, røkir áhugamál limanna og er felags málgagn mótvegis myndugleikunum. Felagið skipar eisini regluliga fyri skeiðum og tiltøkum, sum styrkja førleikar og samstarv í vinnuni.
Les ársfrásøgnina her.