KT-felagið bjóðar til limatiltak í Vinnuhúsinum, har sjóneykan verður sett á heildarætlanina fyri vitlíki og leiklutin hjá føroysku KT-vinnuni.
Hvørjar møguleikar hevur heildarætlanin við sær fyri føroyskar KT-fyritøkur? Hvussu kann KT-vinnan vera við til at seta ætlanina í verk, og hvønn leiklut kann hon fáa í menningini av vitlíki í Føroyum?
Á tiltakinum fer Nicolai Mohr Balle at greiða frá, hvussu Talgildu Føroyar síggja møguleikarnar fyri, at KT-fyritøkur kunnu vera við til at fremja heildarætlanina í verki. Nicolai luttekur eisini í kjaki um møguleikar og avbjóðingar hjá vinnuni.
Finn Danberg fer at greiða frá sjónarmiðunum hjá Nýskipanarnevndini, og hvussu nevndin sær fyri sær, at KT-vinnan kann fáa ein virknan leiklut í arbeiðinum við heildarætlanini.
Eisini verður høvi at seta spurningar, skifta orð um evnið og at netverka. Okkurt lætt verður at eta.
Tiltakið verður í Vinnuhúsinum hósdagin 17. desember frá kl. 14.00 til 16.00.
Tiltakið er einans fyri limum í KT-felagnum.
Melda til her: