Heimasíðan Tíðindi

Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

18. august. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

Nú ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin. Limir, sum melda til áðrenn 26. august, fáa luttøkuna til ein serligan prís. Týsdagin 26. august verður opið fyri øllum at melda seg til.

Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri Vinnudegnum, sum eins og undanfarin ár verður hildin í Norðurlandahúsinum. Veitslan verður hesaferð hildin í veitsluhølunum hjá Dansifrøi í Gundadali.

Vinnulívsfólk og onnur áhugað fyri vinnu fáa møguleika at kunna seg um aktuell evni, at netverka og hittast til sosiala samveru. Ársins Virki og Vinnuátakið verða sjálvsagt eisini kosin og heiðrað á ársins Vinnudegi.

 

At hoyra á Vinnudegnum 2025 verða millum annað:


Sviin Thomas Erikson er kendur fyri sína røð av bókum “Surrounded by..”; so sum Surrounded by Idiots. Thomas er víðakendur atferðarserfrøðingur og rithøvundur, og sum røðari á Vinnudegnum fer hann at geva amboð til, hvussu vit kunnu skilja tey, sum vit ikki skilja.  


Danin Brian Sørensen er stovnari av kenda orkudrykkinum Cult Energy, sum hann seinni seldi til Royal Unibrew. Brian er íverkseti og er í dag medeigari í fyritøkuni PadelPadel. Á  Vinnudegnum fer Brian at taka okkum við á hansara ferð sum íverkseti – frá at hava eitt hugskot og til at seta tað í verk. 


Íslendska Vera Antonsdottir er stjóri í Grósku, sum er miðdepilin í Íslandi fyri vøkstri í nýskapan, har samstarv millum vinnu og universitet er í hásæti í øllum frá tøkni, gransking, menning og nýskapan. Vera fer at vísa á ítøkilig dømi, hvussu arbeitt verður í Grósku – frá at hava eitt hugskot og fram til konkretar íløguætlanum.


Ben Arabo, stjóri í Framtak, fer at greiða frá, hvussu vit í einum lítlum samfelag kunnu gera Føroyar meira spennandi fyri bæði innlendis og útlendskar íløgur. 

Ben fer at hugleiða um, hvussu tað ber til at flyta seg frá fyrstu tonkunum um eitt hugskot til veruligar íløguætlanir, og hvussu vit í einum lítlum samfelag skilagott kunnu tillaga eina tilgongd til okkara stødd og marknað. 


Eisini verður ein spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “Hvussu lofta vit hugskotum”. 

Her fara Símin P. Sivertsen, stjóri í Bergfrost, Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen, Harriet Olafsdóttir av Gørðum, bóndi og íverkseti, at greiða frá hvussu tey arbeiða við innovatión og hvussu tey komu frá hugskoti til veruleika.

Tað verður Kjartan Hansen, sum fer at leiða dagin sum orðstýrari í Norðurlandahúsinum í ár. 

Týsdagin 26. august verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2025.

Limaavsláttur
Inntil 25. august á midnátt er avslátturin fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess 30%, so kostnaðurin er ávíkavist 2.940 kr. við veitslu og 2.100 kr. uttan veitslu.

Frá 26. august verður avslátturin 20%, so kostnaðurin er ávíkavist 3.360 kr. við veitslu og 2.400 kr. uttan veitslu.

Vanligur prísur er 4.200 kr. við veitslu og 3.000 kr. uttan veitslu.

 

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    02. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  3. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816