VD 24 Save The Date Industry.Fo

Limir kunnu nú melda til Vinnudagin

19. august. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

20. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2024.

Nú ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin. Limir, sum melda til áðrenn 27. august, fáa luttøkuna til ein serligan prís. Mikudagin 27. august verður opið fyri øllum at melda.

Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri Vinnudegnum, sum eins og undanfarin ár verður hildin í Norðurlandahúsinum. Veitslan verður hesaferð hildin í høllini hjá Poul Michelsen heilsølu á Hoyvíksvegi 74 í Havn, sum til Vinnudagin verður umskapað til eitt serligt veitsluhøli.

Vinnulívsfólk og onnur við áhuga fyri vinnu fáa møguleika at kunna seg um aktuell evni, at netverka og hittast til sosiala samveru. Ársins Virki og Vinnuátakið verða sjálvsagt eisini kosin og heiðrað á ársins Vinnudegi.

At hoyra á Vinnudegnum 2024 verða at hoyra:


Alexander Bard er í Svøríki kendur sum kjakari, cyberfilosofur og sjónvarpsvertur. Sum røðari tekur hann spurningin um talgilding og tær avleiðingar, hon hevur á samfelagið. Alexander er eisini partur av teimum sermerktu poppbólkunum Army of Lovers og BWO, har hann er kendur fyri sín førleika at draga til sín uppmerksemi.


Soulaima Gourani úr Danmark, er íverkseti búsitandi í Kalifornia. Hon hevur búð í USA síðani 2016.  Hon er viðurkendur røðari, vinnuráðgevi, rithøvundur, kjakari, og er harumframt stjóri og medstovnari í software fyritøkuni Happioh Software Inc, . Hon hevur havt lyklasessir í fyritøkum sum Mærsk Data, Microsoft og Hewlett-Packard. Harumframt er hon fyrrverandi TED Fellow mentor og limur í ráðgevandi nevndini hjá UN Women.


Sigríður Mogensen er stjóri í vinnu- og hugverksdeildini í Samtök Iðnaðarins í Íslandi. Sigríður er eisini nevndarforkvinna í Klak, Icelandic Startups og hevur sitið í ymiskum nevndum og stjórnum seinastu árini fyri Samtök Iðnaðarins. Sigríður hevur eisini sitið í stjórnini hjá Júpíter rekstrarfelag, verið í váðanevndini hjá stjórnini hjá Kviku, og hon er næstforkvinna í stjórnini hjá Gamma Capital Management


Eisini verður ein spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “AI í verki”. Her fara Jaspur Højgaard, KT-leiðari í Føroya Tele, Terji Nielsen, menningarleiðari á SEV, Bárður D. Christiansen, arkitektur hjá MAP arkitektum, Arne Winthereig, fíggjarleiðari hjá Mowi og Suni Justinussen stjóri í GroAqua, at greiða frá hvussu tey nýta AI til at loysa uppgávur í fyritøkuni.


Tað verður Kjartan Hansen sum í ár fer at leiða dagin sum orðstýrari í Norðurlandahúsinum.


Týsdagin 27. august verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2024.

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 17. september 2024.

Tilmelding fyri limir:

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737