Sveisari
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Løgtingsvalið: Hetta vil vinnan

18. mars. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fram til valið vísa vinnugreinafeløg og arbeiðsgevarafeløg í Vinnuhúsinum á ítøkilig mál, sum ein komandi samgonga eigur at taka upp og loysa

Við valynskjunum vilja vinnugreinafeløg og arbeiðsgevarafeløg í Vinnuhúsinum seta sjóneykuna á nøkur av teimum málunum, sum hava størstan týdning fyri føroyskt vinnulív og føroyska samfelagið komandi árini.

Endamálið er at vísa á, hvat skal til, um Føroyar skulu hava betri karmar fyri vøkstri, arbeiðsplássum og menning.

Valynskini fevna um nógv ymisk øki. Tey snúgva seg millum annað um vinnupolitikk, útbúgving, arbeiðsmegi, bústaðir, marknaðaratgongd, talgilding, ferðavinnu, havbúnað, fiskivinnu og ráðgeving.

Felags fyri tey øll er, at tey taka støði í ítøkiligum avbjóðingum, sum fyritøkur kring landið merkja í gerandisdegnum, og í teimum loysnunum, sum feløgini halda vera neyðugar.

Millum ynskini til komandi samgongu eru lægri umsitingarligar byrðar, greiðari reglur, fleiri bústaðir, betri marknaðaratgongd, størri íløgur í KT og støðugari karmar fyri vinnulívið.

Dentur verður eisini lagdur á, at politiskar avgerðir skulu gera tað lættari at reka fyritøku, styrkja kappingarførið og skapa tryggari fortreytir fyri arbeiðspláss og vøkstri kring alt landið.

Við hesum vilja feløgini í Vinnuhúsinum geva sítt íkast til kjakið fram til valið, og boðskapurin er greiður.

Skulu Føroyar halda fram at menna seg, er neyðugt, at politiska skipanin lurtar eftir vinnuni og tekur tey málini, sum hava týdning fyri arbeiðspláss, vælferð og framtíðina hjá Føroyum, í álvara.

Les valynskini her

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios