Lønarútgjaldingarnar hækka

18. januar. 2016 | Áskoðan

Men vinnan má fáa umstøður at vaksa og skapa enn fleiri arbeiðspláss. 

Í farnu viku frættist tíðindi um, at lønargjaldingarnar seinasta ársfjórðing í fjør fóru upp um tvær milliardir fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Sum útgangsstøði er hetta avgjørt at fegnast um, tí hetta er greitt tekin um, at tað gongst væl í vinnuni. Bert keðiligt, at tað ikki sleppur at gangast vinnuni væl, tí eitt er vist – tað fer at ganga niður eftir aftur.

Við teimum lógarbroytingum, sum vórðu samtyktar í sambandi við fíggjarlógina, vórðu hægri gjøld løgd á vinnuna. Sum Føroya Arbeiðsgevarafelag fleiri ferðir áður hevur víst á, gagna hesi gjøld ikki kappingarførinum hjá vinnuni.

Hækkingin í gjaldinum til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og til Barsilsskipanina eru tilsaman 0,59 %. Um vit nýta útgoldnu lønirnar seinasta ársfjórðing í fjør sum grundarlag, merkir hetta eina útreiðsluhækking fyri vinnuna á umleið 50 milliónir krónur árliga. Og sama verður kravt inn frá løntakaranum. Hetta er ikki smávegis hækking frá degi til dags og uttan stórvegis ávaring.

Afturat hesum koma onnur eyka gjøld, sum eisini raka vinnuna. Nevnast kunnu økt gjald á alivinnuna og fiskivinnuna, hækking av bensinavgjaldinum og tinglýsingargjaldinum.

Sjálvsagt er gleðiligt, at tað gongst væl í vinnuni. Tað er tó øllum greitt, at aftaná góðar tíðir kemur mótrák við verri tíðum. Tí hevur tað alstóran týdning, at vinnan í góðum tíðum fær møguleika at konsolidera seg. Harumframt hevur tað líka stóran týdning, at fyritøkurnar hava stabilar karmar um virksemið, so tær kenna fortreytirnar fyri íløgunum. Bert um fyritøkurnar tora at gera íløgur, kunnu vit tryggja arbeiðsplássini til komandi tíðir.

Vónandi fara vit ikki at síggja enn fleiri gjøld á vinnuna – ikki í ár og heldur ikki í árunum, sum koma. Tað gongst vinnuni væl, og tí hækka lønarútgjaldingarnar, men tað gevur lítla meining, at hetta skal verða straffað við gjøldum so hvørt.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4