Depositphotos 9303234 XL

Lógaruppskot um integratión er eitt framstig

02. desember. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag varð í farnu viku kallað til hoyringarfund í rættarnevndini um lógaruppskotið til nýggju integratiónslógina, sum hevur til endamáls at betra um integratiónina hjá tilflytarum

Føroya Arbeiðsgevarafelag tók sum heild undir við at styrkja integratiónina og tók undir við teimum integratiónsfremjandi tiltøkunum í lógini. Tó gjørdi felagið eisini vart við, at uppskotið til integratiónslóg ikki kann standa einsamalt, men at broytingar eisini mugu gerast í øðrum lógum.

Serliga vísti felagið á tørvin á hesum broytingum:

  • At kravda talið á arbeiðstímum verða javnsett, t.e. 30 tímar fyri bæði ES-borgarar og 3. landsborgarar.

Um kravt verður at fólk úr 3. londum skulu arbeiða 40 tímar um vikuna fyri at varðveita arbeiðs- og uppihaldsloyvið, verður torført at fáa tíð til munagóða undirvísing í føroyskum máli. Tí er ein avgerandi fortreyt fyri herdum krøvum til málkunnleika v.m. at hetta kravið verður javnsett til 30 tímar fyri tilflytarar við arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

  • At tillaga kravið um, at tilflytarar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi skulu hava starvast innan sama arbeiðsøki í 7 ár

Tað er ikki óvanligt, at tilflytarar við útbúgving ella royndum innan eitt starvsøki byrja við at arbeiða innan eitt øki, har krøvini til føroyskan málkunnleika ikki eru so stór. Um hesi vilja skifta arbeiðsøki, tá tey hava lært seg málið, byrjar tíðin at telja av nýggjum. Tað er tí ikki óvanligt at tilflytarar í slíkum førum halda fram at arbeiða innan tað starvsøkið tey byrjaðu í, hóast tey hava førleikar innan onnur øki.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um tilgongdina til nýggja integratiónslóg, har skipað varð fyri hoyringsfundum, áðrenn farið varð undir at tilevna uppskotið. Tó gjørdi Føroya Arbeiðsgevarafelag í sínum hoyringssvari vart við, at ein neyvari kostnaðarmeting av uppskotinum átti at verið gjørd, áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið. Hetta er ikki gjørt í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Les hoyringarsvarið frá Føroya Arbeiðsgevarafelagi her.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)