Timburhús
Føroya Handverksmeistarafelag

Lógaruppskot um løggilding: Ein stórsigur fyri tey, ið skulu byggja hús

26. august. 2024 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar

Handverksmeistarafelag gleðist um, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið nú hevur raðfest uppskot til løgtingslóg um løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni. Hetta er eitt mál, sum felagið leingi hevur arbeitt fyri, og tað er tí kærkomið, at uppskotið nú verður lagt fyri tingið í vár.

Mennir byggirvinnuna
Lógaruppskotið hevur til endamáls at tryggja, at handverksmeistarar, ið bjóða seg fram at byggja fyri onnur, eru løggildir og hava staðið ta útbúgving, sum krevst fyri at gerast løggildur handverksmeistari. Hetta er ein týdningarmikil menning fyri byggivinnuna í Føroyum, sum við løggildingini fær eina skipan, ið tryggjar bæði góðsku og trygd í arbeiðinum hjá handverksmeistarum.

Felagið hevur í langa tíð víst á tørvin á einari løggildingarskipan, tí hetta fer at tryggja, at bert handverksmeistarar við neyðugu útbúgving og royndum kunnu útinna arbeiði, sum krevur serkunnleika og ábyrgd. Hetta er ein neyðug trygd fyri bæði kundar og handverksmeistarar.

Stórt fet rætta vegin
Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeitarafelag, er væl nøgdur við, at glið tykist vera komið á: “Vit meta, at uppskotið er eitt stórt fet rætta vegin fyri byggivinnuna í Føroyum. Tað fer at styrkja støðuna hjá teimum handverksmeistarum, ið leggja dent á dygd og professionalismu, og fer samstundis at tryggja, at kundar fáa tað arbeiðið, tey hava krav uppá.”

Føroya Handverksmeistarafelag gleðir seg til víðari samstarv við myndugleikarnar um hetta týdningarmikla málið, so vit saman kunnu tryggja ein framúr góðan byggistandard í Føroyum.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)