Depositphotos 442622378 L
Føroya Arbeiðsgevarafelag

LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

25. november. 2024 | Tíðindi | Samhandil

Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

Týsdagin Í farnu viku hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag vitjan av tveimum umboðum frá stóru Suðurkoreansku fyritøkuni LX International. Fyritøkan virkar innan eitt nú handil, logistik og ymiskar aðrar vinnur. Umboðini vóru serliga áhugað í at hoyra um føroyskar fiskavørur, og serliga um føroyskan makrel og laks. Í hesum sambandi vóru útflytarar av makreli og laksi eisini við til fundin og greiddu frá.

Suðurkorea er, eins og fleiri onnur lond í Asia, áhugaverdur marknaður fyri føroyskar útflutningsfyritøkur og hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini víst á, at landsstýri eigur at raðfesta at fáa betri handilssambond við asiatisku marknaðirnir, og serliga Suðurkorea. Í dag er millum 10% og 20% tollur á bæði føroyskum makreli og laksi til Suðurkorea, meðan okkara kappingarneytar kunnu útflyta hesar vørur nærum tollfrítt.

Annað á breddanum

  1. Nøgdsemiskanning millum limirnar í Vinnuhúsinum

    Í hesum døgum ger Vinnuhúsið nøgdsemiskanning millum limafyritøkurnar í húsinum

    25. november. 2026 | Almenn tíðindi
    Vinnuhusid 3
  2. Trivnaðarnevndin vitjaði Vinnuhúsið

    Aktuell mál á breddanum, tá ið Trivnaðarnevndin vitjaði Vinnuhúsið

    25. november. 2026 | Almenn tíðindi
    IMG 3046
  3. Finnland og Danmark lækka partafelagsskattin

    Finnland lækkar partafelagsskattin til 18% við ársskiftið, og Danmark ætlar at lækka hann til 19% í stigum

    17. november. 2026 | Almenn tíðindi
    Finland Denmark Flags