Makrelur til samfelagsins besta

30. mai. 2011 | Áskoðan

Makrelurin er helst tað mest umrødda evnið í føroyska samfelagnum seinastu vikurnar. Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar umrøðu av, hvussu hetta tilfeingið skal røkjast til samfelagsins besta.

Seinastu vikurnar hevur makrelmálið fylt nógv í kjakinum. Í politiska umhvørvinum, í fyrisitingini, í fjølmiðlunum og ikki minst í vinnuni. Áhugamálini eru nógv og trupult er at taka dagar ímillum tey.
Eitt, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar í kjakinum er, hvussu hetta tilfeingið skal umsitast soleiðis, at føroyska samfelagið fær sum mest burturúr undir teimum fortreytum, sum nú einaferð leggja karmarnar um hetta mál.
Landsstýrið og Løgtingið hava gjørt av, at Føroyar skulu áseta sær egna kvotu á 150.000 tons av makreli. Tað merkir, soleiðis sum Føroya Arbeiðsgevarafelag sær málið, at tað er alneyðugt at kjakast um, hvussu hetta tilfeingið skal gagnnýtast soleiðis, at føroyska samfelagið fær sum mest burturúr teimum sera stóru virðum, sum markelfiskiskapurin helst fer at geva.
Tað er sera óvist, hvussu leikur fer at fara komandi árini. Tískil er tað umráðandi, at vit í hesum ”makrelrúsið”, vit eru í, at vit ikki leypa framav og binda okkum niður í mun til, hvussu hetta skal gerast í alla framtíð. Tað merkir, at tað hevur alstóran týdning, at føroyska samfelagið tryggjar sær at hava ræðisrættin yvir hesum tilfeinginum bæði í ár og øll komandi ár, harundir at rætturin til tilfeingið verður tryggjaður samfelagnum Føroyar.
Formaður Føroya Arbeiðsgevarafelag Jóhan Páll Joensen sigur ”at fremsta uppgávan í løtuni er ikki at gera øll nøgd, men at tryggja, at hetta tilfeingið verður fiskað og virðisøkt so skilagott sum gjørligt. Somuleiðis at krøv verða sett teimum, sum sleppa at troyta tilfeingið, soleiðis at samfelagið fær mest burturúr uppá langt sikt”.
Tilfeingisgjald er álagt fiskiskapinum eftir makrelinum uttan at sagt verður, hvussu hetta tilfeingisgjald skal verða nýtt. Øll kenna til tóma landskassan, sum politiska skipanin ikki sær annan útveg fyri uttan at leggja gjøld á vinnuna.
Jóhan Páll Joensen formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur tí, ”at verður tilfeingisgjaldið álagt so skal hetta gerast á ein skipaðan hátt, soleiðis at vinnan veit, hvat hon skal halda seg til. Somuleiðis at hesin peningur skal verða nýttur til gransking og menning, soleiðis at vit fáa enn betri vitan um okkara tilfeingi og hvussu vit best gagnnýta tað”.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur eisini, at verður tilfeingisgjald innført, so eigur at verða skipað soleiðis fyri, at ein slíkur skattur skapar eina tilskundan til, at tað er tann, sum best dugir at fáa sum mest burturúr, sum fær fyrimun av hesi skipan.

Annað á breddanum

  1. Gott val, øll somul

    Vinnuhúsið takkar øllum valevnum fyri ein drúgvan og innihaldsríkan valdyst og ynskir øllum eitt gott val

    24. mars. 2026
    250919 Vinnudagurin CO Web 70
  2. Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg hava handað krøv

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava handað hvørjum øðrum síni krøv

    24. mars. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Samráðing FAG Arbeiðarafeløg
  3. Løgtingsvalið: Hetta vil vinnan

    Fram til valið vísa vinnugreinafeløg og arbeiðsgevarafeløg í Vinnuhúsinum á ítøkilig mál, sum ein komandi samgonga eigur at taka upp og loysa

    18. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Sveisari