Marginalskatturin í Føroyum er ov høgur

06. juni. 2011 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at skattatrýstið í Føroyum er alt ov høgt, og mælir til, at skattaskipanin verður endurskoðað. Høgi marginalskatturin forðar fyri búskaparvøkstri og hevur við sær, at dugnalig starvsfólk og onnur ikki vilja búseta seg í Føroyum.

Marginalskatturin í Føroyum er so høgur, at arbeiðsgevarar hava trupult við at fáa fólk til arbeiðis. Løntakarar vilja ikki arbeiða meira enn neyðugt, tí ov nógvur skattur fer av inntøkuni. Hetta er ein álvarslig avbjóðing fyri føroyska vinnulívið, sum bløðir undir høga skattinum.
Samanborið við onnur lond hava føroyingar hægsta skattatrýst á lønarinntøku yvirhøvur. Skattaprosentið í Føroyum er 60 og hægri enn í bæði Danmark, Íslandi og Noregi.
Gjalda skatt - og MVG
Munur er á, hvussu skattgjaldarar í Føroyum verða raktir av høga marginalskattinum. Fyri teir borgarar, sum búgva í teimum kommunum, har kommunuskatturin er hægstur, loysir tað seg minst at arbeiða eyka.
Tey, sum forvinna millum 250.000 og 400.000 kr. um árið, rinda 60,5% í skatti av seinast forvunnu krónu. Í einstakari kommunu gjalda tey, sum forvinna meira enn 400.000 kr. um árið, 62,5% í skatti. Hetta merkir, at tey bert hava 37,5 kr. eftir av hvørjum 100 krónum, sum tey tjena. Í teirri kommununi, har skatturin er lægstur, er marginalskatturin 53%.
Av tí, at skatturin er ov høgur, og skattgjaldarin eisini skal gjalda MVG av vørum og tænastum, verður enn minni eftir. Sostatt verður lítið áhugavert at arbeiða eyka, og løntakarin vil heldur halda frí.
Forðing fyri vøkstri
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at høgi marginalskatturin er við til at halda dugnaligari arbeiðsmegi, íverksetarum og øðrum frá at búseta seg í landinum. OECD hevur staðfest, at høgur marginalskattur á inntøkuskatt er ein forðing fyri búskaparvøkstri. Aðrar kanningar vísa tað sama.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at neyðugt er at endurskoða føroysku skattaskipanina.
Høgi marginalskatturin, sum føroyingar líða undir, hevur negativa ávirkan á búskaparvøksturin. Harafturat førir høga skattatrýstið til økt svart arbeiði og økt lønartrýst. Økta lønartrýstið setir kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum í vanda.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at skattaskipanin verður endurskoðað í síni heild, at tað skal loysa seg at arbeiða í Føroyum, og at skattaskipanin skal eggja fólki til at arbeiða meira og ikki minni sum nú.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)