Meira fæst fyri tosk og upsa

25. august. 2008 | Tíðindi | Fiskivinna

Hóast miðalprísurin á útfluttum vørum úr toski og upsa er hækkaður, er samlaða útflutningsvirðið á toski, hýsu og upsa lækkað 41 mió. kr. fyrra hálvár 2008, í mun til sama tíðarskeið í 2007.

Sambært tølum frá Hagstovu Føroya var samlaða útflutningsvirðið á vørum úr toski, hýsu og upsa 753 mió. kr. fyrstu seks mánaðirnar í ár, meðan virðið somu tíð í fjør var 794 mió. kr. Lutfalsliga svarar minkingin í útflutningsvirðinum til góð 5%.
 
Tað er tó ójavnt, hvussu gongdin í útflutningsvirðinum hjá hesum trimum fiskasløgum hevur verið. Fyrra hálvár 2008 er útflutt fyri 352 mió. kr. í toskavørum, sum er 30 mió. kr. meir enn fyrra hálvár í 2007. Hetta svarar til eina øking á góð 9%, sum so at siga øll stavar frá einari øking í prísinum, tí útflutta nøgdin liggur í báðum førum um 7.000 tons.
 
Frá januar til juni í ár er útflutningsvirðið á upsa 278 mió. kr., sum er umleið 24 mió. kr. minni enn somu tíð í 2007. Hetta svarar til eina afturgongd á 8%. Orsøkin er, at útflutta nøgdin í 2008 er munandi minni enn í 2007. Sambært tølum frá Hagstovu Føroya, vórðu umleið 2.500 tons færri útflutt av upsavørum fyrstu seks mánaðirnar í ár, og svarar hetta til eina minking á góð 13% í mun til sama tíðarskeið í 2007. Hinvegin er miðalprísurin á útfluttu nøgdunum hækkaður við 6%, og tí er minkingin í útflutningsvirðinum á upsa avmarkað til 8%.
 
Ringast stendur til við hýsuni, sum er gingin aftur bæði í nøgd og prísi. Nøgdin av útfluttum hýsuvørum er minkað við 22%, og miðalprísurin er lækkaður við góðum 7%. Samanlagt gevur hetta eina minking í útflutningsvirðinum á knappar 47 mió. kr., sum svarar til eina afturgongd á 27,5% í mun til fyrra hálvár í 2007.
 

 
 
Fyrra hálvár
 
 
 
 
2007
2008
Munur
Broyting
Toskur:
 
 
 
 
 
Útflutningsvirði í 1.000 kr.
322.393
352.494
30.100
9,3%
 
Útflutt nøgd í tonsum
7.169
7.233
65
0,9%
 
Miðalprísur kr/kg
45,0
48,7
3,8
8,4%
 
 
 
 
 
 
Hýsa:
 
 
 
 
 
Útflutningsvirði í 1.000 kr.
169.492
122.849
-46.643
-27,5%
 
Útflutt nøgd í tonsum
6.417
5.007
-1.410
-22,0%
 
Miðalprísur kr/kg
26,4
24,5
-1,9
-7,1%
 
 
 
 
 
 
Upsi:
 
 
 
 
 
Útflutningsvirði í 1.000 kr.
302.521
277.982
-24.539
-8,1%
 
Útflutt nøgd í tonsum
18.419
15.946
-2.473
-13,4%
 
Miðalprísur kr/kg
16,4
17,4
1,0
6,1%
Kelda: Hagstova Føroya
 
 
 
 
 
 

Annað á breddanum

  1. Anna Borg Dahl byrjað sum ráðgevi

    1. oktober byrjaði Anna Borg Dahl sum ráðgevi í Vinnuhúsinum

    13. oktober. 2025 | Almenn tíðindi
    Anna
  2. Ferðavinnufelagið boðar til ársaðalfund

    Ferðavinnufelagið heldur ársaðalfund týsdagin 21. oktober kl. 14 í Vinnuhúsinum

    13. oktober. 2025
    Ferðavinnufelagið Fuglar
  3. Nú ber til at melda seg til Ferðavinnustevnuna 2025

    Ferðavinnustevnan 2025 verður hildin á Hotel Hilton fríggjadagin 7. november, og nú ber til at melda seg til bæði ráðstevnuna og veitsluna.

    06. oktober. 2025 | Ferðavinna
    Innbjóðing Ferðavinnustevnuna 2025 (1)