Meira nýtsla heima og minni útflutningsvirði

08. mars. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Úrslitið á føroyska handilsjavnanum við vørum minkaði 1,1 mia. kr. í 2020, og minkingin stavar frá minni útflutningi, tí innflutningurin stóð næstan í stað, vísa tølini frá Hagstovuni.

Í 2020 var virðið á samlaða føroyska vøruinnflutninginum 8,1 mia. kr. Tað er á leið sama virði sum í 2019, men 5% størri enn í 2018. Frá 2010 til 2019 var árligi miðalvøksturin í føroyska vøruinn­flutningi­num góð 7%, men í 2020 steðgaði vøksturin í innflutninginum.

Hóast samlaða virðið á føroyska vøruinnflutninginum stóð í stað í 2020, so er stórur munur á innflut­ningi­num í ymsu vørubólkunum.

Innflutningurin til beinleiðis nýtslu metstórur í 2020

Innflutningurin til beinleiðis nýtslu var 11% størri í 2020 enn í 2019. Hetta er munandi størri vøkstur enn árligi miðalvøksturin árini frammanundan. Frá 2010 til 2019 var árligi miðalvøksturin í innflut­ningi­num til beinleiðis nýtslu á góð 4%. Tað var serliga innflutningurin av drúgvum og hálvdrúgvum nýtsluvørum, so sum innbúgvi og hvítvørum, sum vaks nógv í fjør, upplýsir Hagstovan.

Innflutningurin til byggivinnuna nógv minkaður

Tað var eisini meira innflutt av rávøru til fiskavirking, umframt til aðra framleiðslu og til byggivinnuna. Vøksturin í innflutninginum til byggivinnuna á 3% frá 2019 til 2020, var tó munandi minni enn vøksturin í árunum frá 2010 til 2019, tá árligi miðalvøksturin lág um 11%.

Meira brennievni fyri minni prís

Innflutningurin av brennievni minkaði meira enn 300 mió. kr. ella 25% í 2020 samanborin við 2019, men innflutta nøgdin var tó 10% hægri í 2020. Innflutningsvirðið á brennievni kann sveiggja nógv frá ári til ár, alt eftir oljuprísunum á heimsmarknaðinum.

Góða milliard minni fyri somu nøgd í útflutningi

Útflutningsvirðið á fiskavørum minkaði 1,2 mia. kr. í 2020, men útflutningsnøgdin var næstan tann sama sum árið frammanundan. Samlaða útflutningsnøgdin av fiskavørum var 1% minni í 2020 enn í 2019.

Minni útflutningsvirði í nærum øllum vørubólkum

Útflutningsvirði minkaði í flest øllum vørubólkum. Útflutningsvirði á laksi minkaði góðar 700 mió. kr. í 2020 og var á leið tað sama í 2020 sum í 2018. Útflutningsvirðið á toski, hýsu og upsa minkaði 360 mió. kr. í 2020. Útflutningsvirðið á botnfiski var eisini minni í 2020 enn tað var í 2018.

Meira makrelur - minni sild og svartkjaftur

Útflutningsvirðið á uppsjóvarfiski minkaði 8% í 2020. Her minkaði útflutningsvirðið á sild og svartkjafti við ávikavist 16 og 14%, men útflutningurin av makreli var hægri, bæði í nøgd og virði. Útflutningsvirðið á makreli var 2% hægri í 2020 enn í 2019, og í nøgd var vøksturin 12%.

Annað á breddanum

  1. Tørvur á broytingum í fíggjarpolitiska regluverkinum

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at uppskotið til fíggjarpolitiskt regluverk loksins er sent til hoyringar. Samstundis vísir felagið á, at fleiri broytingar eru neyðugar, um regluverkið skal røkka endamálinum

    21. oktober. 2025
    Vinnuhusid 4
  2. Nýggj og kend andlit í Ferðavinnufelagnum

    Henny á Líknargøtu heldur fram sum forkvinna í Ferðavinnufelagnum, meðan Halda Juul Olsen og Tróndur Kollslíð eru nýggj í nevndini.

    21. oktober. 2025 | Ferðavinna
    Ferðavinnufelagið Nevnd 2025
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk handað krøv

    Mánadagin 21. oktober byrjaðu sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk, tá ið partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv

    21. oktober. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Miðlar