Meira útbúgving skal bjarga danskari framleiðslu

22. august. 2011 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

CO-industri og DI hava í felag gjørt 10 uppskot, sum kunnu verða við til at bjarga framleiðsluarbeiðsplássum í Danmark. Stórstan týdning hava útbúgving og gransking.

Fleiri tímar í náttúruvísindaligum fakum í fólkaskúlanum, fleiri ung á tekniskar útbúgvingar og fleiri við eini longri útbúgving. Tað eru bara nøkur av teimum málunum, sum politikarar skulu arbeiða eftir, um tað skal eydnast Danmark at halda fast við framleiðslu og harvið geva eitt íkast til ta donsku vælferðina, sum framleiðslu fyritøkurnar geva.
CO-industri og DI eru farin saman um at gera 10 uppskot, sum kunnu vera við til at betra um karmarnar fyri framleiðslufyritøkurnar. Her hevur eitt hækkað útbúgvingarstøði ein avgerandi leiklut, um danskar fyritøkur skulu menna framtíðar vørur við hjálp av nýggjum og framkomnum framleiðsluhættum.
Ein kanning millum álitisfólkini hjá CO-industri og millum fyritøkupanelið hjá DI stuðlar undir hetta. Kanningin vísir, at bæði starvsfólk og leiðarar vænta ein størri tørv á betur útbúnum starvsfólki í framtíðini.
Tí er tað nú, at okkurt skal gerast á fleiri økjum, um tað danska samfelagið skal gera sær vónir um at varðveita arbeiðspláss, siga felagsskapirnir báðir.
Uppgávan er hin sama, uttan mun til hvønn lit stjórnin hevur eftir eitt val. Og uppgávan krevur framskygdar politikarar við dirvi til at raðfesta knapt tilfeingi og gera íløgu í kappingarførar treytir hjá donskum fyritøkum, sigur Thorkild E. Jensen, formaður í CO-industri.
Tí danska framleiðsluvinnan gevur aðru hvørja útflutningskrónu, sum kemur heim til Danmarkar. Og hvørja ferð tað eru 100 starvsfólk í framleiðsluídnaðinum, skapar tað 35 arbeiðspláss í øðrum vinnum, sigur Karsten Dybvad, stjóri í DI.
Tí er avgerandi, at karmarnir fyri at hava eina fyritøku í Danmark verða betraðir komandi árini, um vit skulu varðveita okkara vælferðarstøði, sigur hann.
Tey 10 punktini eru:
-          Førleikarnir hjá fólkaskúlanæmingum skulu styrkjast
-          Yrkisútbúgvingarnar skulu styrkjast
-          Fleiri við eini longri útbúgving
-          Útlendskir serfrøðingar skulu tiltrekkjast
-          Meira gransking í framleiðslutøkni
-          Økt vitanarspaðing
-          Kappingarført avgjaldsmynstur
-          Færri fyrisitingarligar byrðar
-          Infrakervi skal stuðla undir framleiðsluna
-          Útflutningurin skal styrkjast
Kelda: di.dk

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)