Meistaraskráin góða undirtøku

12. juli. 2010 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Veitaraskráin við handverksmeistarum, sum fyrr í summar varð løgd á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum, hevur fingið góða undirtøku. Tað sæst á vitjanum á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum – www.industry.fo.

Ætlanin við skránni er, at tey, ið hava tørv á einum handverksmeistara, lættliga kunnu finna henda millum limir hjá Føroya Handverksmeistarafelag. Tænastan við veitara­skránni er lutvíst gjørd fyri at vísa, hvørjar fyritøkur og einstaklingar eru limir í Føroya Handverksmeistarafelag, og á hvørjum fakøkjum hesi bjóða sínar tænastur og veitingar fram. Samstundis er veitaraskráin eisini eitt tilboð til tey, ið ætla at fáa okkurt arbeiði gjørt, um at fáa eitt skjótt og greitt yvirlit yvir, hvørjir meistarar eru at velja í millum.
Nú veitaraskráin hevur verið tøk í eina tíð, hevur tað víst seg at vera stórur áhugi fyri at brúka skránna. Hetta fegnast vit um, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, sum eisini vónar, at fólk, feløg, kommunur og onnur, velja limir í Føroya Handverksmeistarafelag, at gera arbeiðir fyri seg.
Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at Føroya Handverksmeistarafelag hevur gjørt eitt uppskot til sáttmála at nýta, tá avtala verður gjørd um smærri handverksarbeiði. Hesin sáttmáli verður nevndur ”Brúkaraavtalan” og liggur undir ”Kunning og vegleiðing/Byggivinna” á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
Endamálið við brúkaraavtaluni er at geva brúkaranum og fyritøkuni/handverkaranum høvi til at gjøgnumganga arbeiðsuppgávuna, fyri síðan at gera eina skrivliga avtalu.
Ein gjøgnumgongd av arbeiðsuppgávunum, saman við tí skrivligu avtaluni, er við til at betra um møguleikarnar fyri at arbeiðsgongdin og tað endaliga úrslitið verða nøktandi fyri báðar partar.

Veitaraskráin sæst her

Brúkraraavtalan sæst her

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)