Menningarætlanin hjá Visit Faroe Islands

25. februar. 2019 | Tíðindi | Ferðavinna

Ferðavinnufelagið fegnast um menningarætlanina, sum røkkur til 2025 og ítøkiligu virkisætlanina, sum er galdandi til og við 2020.

Nógv góð og tiltrongd mál eru sett á skrá í menningarætlanini, og Ferðavinnufelagð tekur undir við flestu tættum í ætlanini. Ein umráðandi táttur í menningarætlanini er tilmælið til politisku skipanina um nýggja lóggávu fyri gongd í haga. Hetta fegnast Ferðavinnufelagið um, tí talan er um størstu avbjóðing í ferðavinnuni í løtuni. Okkum tørvar landsfevnandi skipanir, ið kunnu tryggja eina væl skipaða ferðavinnu.

Tað er tó eisini umráðandi at ásanna, sum framløgan eisini vísti á, at talið av útlendskum ferðafólkum í Føroyum enn er lágt og er t.d. væl lægri enn í londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, so sum Gotland, Áland og Orknoyggjar, og ferðafólkavøksturin í Føroyum er bara uml. 10% um árið. Tað er hørð kapping um ferðafólkini, tí flest øll lond vilja hava fleiri ferðafólk. Tí heldur Ferðavinnufelagið ikki, at tað rætta er at avmarka ferðafólk, ið vilja koma til Føroyar, tí tað er ikki víst, at onnur koma ístaðin. Heldur eiga vit framhaldandi at menna allar partar av ferðavinnuni og skipa allar partar av vinnuni so mikið væl, at øll hava møguleika fyri at leggja pening eftir seg, og at vit kunnu gerast enn fleiri, ið liva av hesi vinnu. Tað eigur at verða arbeitt miðvíst við at fáa meira burturúr øllum ferðafólkunum, eisini cruise-vinnuni, og Ferðavinnufelagið vónar, at Visit Faroe Islands og í hesum føri cruise-vinnan saman finna eina loysn.

Cruise-ferðafólk leggja eisini pening eftir seg í Føroyum og eru við til at tryggja lívsgrundarlagið hjá fleiri starvsfólkum í ferðavinnuni. Hendan vinnan er væl skipað av fólki, ið hava verið í vinnuni í fleiri áratíggju. Cruise-vinnan er við til at halda einum bussflota uppi, ið vit øll hava gagn av. Hon brúkar nógvar føroyskar ferðaleiðarar, og hon leggur nógv eftir seg hjá bæði størri og smærri veitarum í vinnuni.

Ferðavinnufelagið fegnast um faktasíðuna, sum Visit Faroe Islands hevur í hyggju at gera, og sum hevur til endamáls at tryggja sakligar og rættar upplýsingar um ferðavinnuna. Í framløguni í Norðurlandahúsinum vóru tikin fram dømi um skeiv tíðindi, ið verða borin fram í miðlunum, tí tey byggja á skeiv fakta. Ferðavinnufelagið vónar, at nýggja faktasíðan fer at hava við sær, at kjakið um ferðavinnuna verður lyft á eitt støði, sum í nógv størri mun byggir á fakta og vitan.

Sum tað verður nevnt í menningarætlanini er holl vitan avgerandi fyri, at avgerðir verða tiknar á røttum grundarlagi. Felagið fegnast tí eisini um frambrotið á Vága Floghavn, har hagtøl nú verða savnað inn, sum fara at geva føroyingum vitan um, hvussu nógv ferðafólk koma til Føroya, og hvaðani tey koma. Hetta er eitt frálíkt amboð í skipanini av ferðafólkastreyminum í Føroyum og stýringini av ferðavinnuni. Vága Floghavn skal hava stóra tøkk fyri hetta megnar átak.

Hiðani skulu ljóða bestu ynski til Visit Faroe Islands við vón um, at menningarætlanin fer at roynast væl, og Ferðavinnufelagið vil gera sítt til at røkka felags málum.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737