SEG 2023 Bára

Merkið veitrar eisini á heimsins størstu sjógætismessu

25. apríl. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Heimsins størsta sjógætismessa, Seafood Expo Global 2023, lat upp í Barcelona í dag.

Tær flestu føroysku útflutningsfyritøkurnar av fiskavørum eru á stóra føroyska landabásinum, sum verður vitjaður av nógvum keyparum úr øllum heiminum. 

Hetta er 29. ferðin at messan er, og Føroyar hava verið við hvørt einasta ár síðani 1992. Tó vóru avlýsingar á tvey ár á rað orsakað av korona. Bára Gunnarsdóttir, ráðgevi í Vinnuhúsinum, vísir á, at Føroyar útflyta fyri góðar 11 milliardir í fiskavørum um ári, og at tað tí er ein sjálvfylgja, at Føroyar eru so væl umboðaðar á heimsins størstu sjógætismessu.

- Á messuni eru keyparar úr øllum heiminum og øllum liðum í vinnuni, og tað hevur tí nógv at siga at vera til staðar, viðlíkahalda sambandi við verandi kundar og fáa nýggjar kundar, greiður Bára frá.

Hon leggur afturat, at tað er umráðandi at tað er sjónligt, at tað er ein føroyskur landabásur, tí nógvir keyparar vita, at okkara vørur og tænastur eru í heimsflokki.

Tað eru Sansir, sum saman við Vinnuhúsinum, standa fyri landabásinum. Tór Verland Johansen, stjóri á Sansum vísir á, at við sínum 364 m2 er básurin nógv tann stórsti nakrantíð:

- At byggja ein so flottan og stóran bás frá grundini av, uppá bert 6 dagar, er sera krevjandi. Tí er tað ein sera góð kensla at standa her í Barcelona í dag, á okkara flaggdegi, og bjóða øllum føroyingunum vælkomnum á føroyska básin.

Hann vísir á, at fyri framsýnararnar er tað umráðandi at dygdin er í hásæti og at arbeiðsumstøðurnar á básinum eru góðar:

- Vit leggja dent á, at allar fyritøkurnar hvør í sær fáa tær bestu umstøðurnar at virka í. Alt skal bara rigga 100% tá messan byrjar. Tá karmarnir eru góðir, kunnu framsýnararnir hava sítt fokus á kundarnar og søluna.

Við á føroyska básinum eru Bakkafrost, Varðin Pelagic, JFK, Kósin, North Pelagic, Hiddenfjord, PRG, Landshandilin og Pelagos. Messan byrjaði í dag og endar hósdagin kl. 17.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)