Bil
Bilasølufelagið

MVG-hækkanin fer ikki at geva meirinntøku í landskassan

20. oktober. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Bilasølufelagið heldur fast við, at lógarbroytingin, sum hækkar MVG-avgjaldið á sølu av leigubilum, ikki fer at geva landskassanum ta væntaðu meirinntøkuna á 15 mió. kr., sum Fíggjarmálaráðið hevur mett fyri komandi ár.

Tí at fyritreytirnar hjá Fíggjarmálaráðnum eru skeivar og viðføra, at færri bilar vera seldar. Hetta er sama feilmeting, sum Fíggjarmálaráðið gjørdi í 2023 og 2024.

Fleiri avgjøld merkja ikki fleiri inntøkur
Orsøkin er einføld. Við hækkandi avgjøldum gerast bilarnir ov dýrir at selja í Føroyum, og tí mugu bilarnir seljast uttanlands aftaná, at teir hava verið nýttir sum leigubilar í Føroyum. Færri bilar verða seldir, og tí verður eisini færri innheintað í avgjøldum.

Hetta er somuleiðis staðfest í royndum við undanfarnu lógarbroytingum, har meirinntøkan, sum var mett, ikki hevur staðið mát við veruleikan.

Tvey dømi vísa sama mynstrið


2023 – Avgjaldshækkan av hybrid-akførum

“Mett verður, at árligu meirinntøkurnar við avgjaldshækkingini fyri hybridakfør (HEV og PHEV) verða alt annað líka 32 mió. kr.”

  • Veruleikin: Minni innkomið eftir broytingina, enn árini áðrenn.

2024 – Avgjaldshækkan av elbilum

“Metingin hjá Fíggjarmálaráðnum er, at samlaða meirinntøkan av uppskotinum er um 25 mió. kr. í 2024.”

  • Veruleikin: Sølan av elbilum fall, og inntøkan frá avgjøldum minkaði.

Sí graf og talvu við tølum um virðisgjøld frá Akstovuni:

ÁrVirðisgjøld
2022105.445.885 kr.
202377.331.135 kr.
202464.642.604 kr.

 

Bilasølufelagið: Fíggingin heldur ikki í veruleikanum
Bilasølufelagið vil gera greitt, at tær 15 mió. kr., sum Fíggjarmálaráðið væntar at fáa inn frá MVG-lógarbroytingini fyri víðari sølu av leigubilum, ikki halda í praksis.

Fíggjarmálaráðið grundar broytingina á, at hendan inntøkan skal fíggja MVG-frítøku av grønmeti.

Uttan at taka støðu til MVG-frítøkuna av grønmeti, vil Bilasølufelagið undirstrika, at fíggingin ikki kemur frá MVG-broytingini í leigubilalógini, tí at tann inntøkan hvørvur í manglandi virðisgjøldum.

Tá ið leigubilarnir gerast ov dýrir at selja í Føroyum, flytist sølan út um landoddarnar – og harvið fær landskassin hvørki MVG ella avgjøld.

Bilasølufelagið mælir til, at uppskotið til broytingar í lógini um meirvirðisgjald verður broytt soleiðis, at broytingarnar til § 10, stk. 2 um leigubilar, ikki verður við í lógaruppskotinum.

 

Annað á breddanum

  1. Nýggj skip á veg, men føroyska flaggið er ikki sjálvsagda valið

    Fleiri føroysk reiðarí byggja nýggj skip, men vantandi avtalur og ótíðarhóskandi reglur gera, at føroyska flaggið ikki altíð er sjálvsagda valið

    10. mars. 2026
    Smyril Line Nýtt Skip
  2. Broytingar í eftirlønarlógini fyri útlendsk starvsfólk

    Løgtingið hevur samtykt, at útlendsk starvsfólk framyvir ikki kunnu fáa eftirløn rindaða út sum løn

    10. mars. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Botnfiskur
  3. Cruiseferðavinnan hevur stórar møguleikar í Føroyum

    Hvussu kann cruiseferðavinnan skapa størri virði fyri Føroyar? Tað var evnið á almennum tiltaki hjá Sjóvinnufelagnum 3. mars.

    10. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    20260303 140752213 Ios