Industry Textsida 1425X950

Nærri kunning um skránna til Vinnudagin

28. august. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnudagurin 2023 verður hildin 29. september 2023 og til ber at kunna seg um skránna

Vinnudagurin verður í ár, eins og undanfarin ár, hildin í snøggu kørmunum í Norðurlandahúsinum, og veitslan verður hildin í Reinsarínum og Perluni.


Mia Wagner, íleggjari, medstovnari av Nordic Female Founders og fyrrverandi leyvinda í Løvens Hule, fer at greiða frá egnum royndum sum íverkseti og vinnulívskvinna. Nordic Female Founders var stovnað í 2020, við tí endamálið at økja um diversitetin í íverksetan í Danmark.

Jon Andersen, fyrrverandi fótbóltsspælari, strategiskur stjóri og stovnari av STATE, fer at taka okkum við á sína ferð sum íverkseti. Ein ferð í viðgongd og mótgongd, til hann at enda hevði ment tann væl umtókta orkudrikkin hjá donsku Manchester United-stjørnuni Christian Eriksen og altjóða ikoninum og tennisleikaranum Carolinu Wozniacki, STATE.

Shawn Dubravac, amerikanskur framtíðargranskari, fer at greiða frá, hvussu talgilding broytir arbeiðsmarknaðin og mátan vit samskifta. Hann fer eisini at hugleiða um talgildu framtíðina og hvussu vit fyrireika okkum best til at møta henni.

Óli Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og stjóri í Navia, fer at greiða frá, hvussu ein siðbundin tógv- og ullavinna brúkar 3D-bindimaskinur. Hesar geva fyritøkuni eina burðardyggari framleiðslu og hava gjørt tað møguligt at flyta nær um alla framleiðsluna heimaftur til Føroyar.

Eru vit við í talgildu umskipanini? Á Vinnudegnum verður eisini samrøða við Ólav Ellefsen, íverkseta og teldufrøðing, um útbúgvingartørvin í Føroyum. Ólavur strembar eftir at seta á stovn fyritøkur og stovnar, sum styrkja føroyska samfelagið og sum eisini hava eina jaliga, heimsfevnda ávirkan. Hoyr hann greiða frá, í samrøðu við Óluvu Zachariassen, orðstýrara, hvussu talgilda umskipanin setur krøv til útbúgvingartørvin í Føroyum.

Og ikki minst verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin á Vinnudegnum eins og siður er.

Tilmelding
Enn ber bert til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin.

Limir, sum melda til áðrenn 5. september á midnátt, fáa luttøkuna til ein serligan prís.

Týsdagin 5. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2023.

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 26. september 2023.

Vinnarar Ársins Virki og Vinnuátakið undanfarin ár:

Ársins Virki

Vinnuátakið

2000

Havsbrún

ikki valt

2001

Tórshavnar Skipasmiðja

North Atlantic Fish Fair

2002

Vónin

Teitur Lassen

2003

Vaðhorn

Formula.fo, Total View

2004

Reyni Service

Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord

2005

Faroe Marine Products

Fariga Seafood

2006

Thor

Vinnuvitan

2007

Eik Banki

ikki valt

2008

ArtiCon

Decision3

2009

Bakkafrost

Tórshavnar Matfestivalur

2010

Tavan

Vilt í Suðuroy

2011

Vónin

Jákup Zachariassen

2012

Luna

Varðin Pelagic

2013

Vest Pack

KOKS

2014

Skansi Offshore

MEST & PAM OFFSHORE SERVICE

2015

Bakkafrost

Defined Energy

2016

KJ Hydraulik

Sheep View

2017

Smyril Line

hiking.fo

2018

Articon

FabLab

2019

Poul Michelsen P/F

FÖRKA

2020

Ikki valt

Ikki valt

2021

Formula

Thetis

2022

SMS

TROM

Vinnarin av Ársins Virki 2022

Vinnarin av Vinnuátakinum 2022

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4