IMG 5856
Ferðavinnufelagið

NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

08. desember. 2025 | Tíðindi | Ferðavinna

NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

Fríggjadagin í farnu viku varð skipað fyri diplomhandan í Vinnuhúsinum, har næmingar á Íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX fingu handað prógv.

Í níggju vikur hava næmingarnir fingið serliga frálæru um ferðavinnu frá fólki úr vinnuni, sum hava deilt royndir og vitan við næmingarnar.

Skeiðið er skipað í tøttum samstarvi millum NámX, Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands og hevur givið næmingunum eina dygdargóða innføring í ferðavinnuna.

Á hátíðarhaldinum vóru næmingar, lærarar, skúlaleiðsla, foreldur, skeiðshaldarar og umboð fyri Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands. Tónleikabreytin á NámX setti sín dám á tiltakið við tónleiki.

Ferðavinnufelagið fegnast um góða samstarvið við NámX og ynskir øllum næmingunum hjartaliga til lukku við diplomunum.

Her eru myndir frá diplomhandanini:

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3