Nanotøkni er næsta stóra kollvelting

05. september. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hetta sigur Maria Strømme, sum fer at hava fyrilestur á Vinnudegnum 2016, og sum í farnu viku hevði framløgu á oljumessuni ONS í Stavanger. Hon greiddi frá, hvussu nanotøkni kann verða næsta stóra kollveltingin, og hvussu nanotøkni kann flyta gransking fram og vera orsøk til gjøgnumbrot innan fleiri týðandi øki, so sum læknavísindi, vinnuliga gransking og samfelagsmenning sum heild.

Maria Strømme er viðurkendur professari í nanotøkni, og hon hevur vunnið fleiri virðislønir fyri sína gransking og síni úrslit. Í framløgu síni í Stavanger vísti hon á, at nanotøkni snýr seg um at veita burðardyggar loysnir fyri at skapa góðar liviumstøður, eisini fyri komandi ættarlið.

Nanotøkni kann tykjast torskilt og óítøkiligt, men í stuttum snýr nanotøkni seg um at fara inn til kjarnina í einum tilfarið, og tillaga samansetingar, soleiðis at tilfarið kann nýtast á nýggjan hátt. Á henda hátt kann tilfar broyta uppruna og virka til nýggj endamál.

Burðardyggar loysnir tryggja framtíðarsamfelagið

Nanotøkni kann nýtast til at veita nýggjar loysnir og menna vørur. Innan læknavísindi kann nanotøkni broyta viðgerðarhættir og lekja sjúkur, sum áður ikki hevur verið gjørligt. Eisini kann nanotøkni gera nýggjar loysnir til gerandis vørur. Maria Strømme nevndi plast sum eitt dømi. Burturbeining av plasti er ein stór avbjóðing, og plast verður nýtt sum innpakking av alsamt fleiri vørum. Fyri at fyribyrgja plastdálking, vísir Maria Strømme á, at við at brúka nanotøkni ber til at framleiða burðardygga innpakking, sum kann avloysa plastnýtslu. Slík framstig hava týðandi ávirkan á umhvørvið.

Á Vinnudegnum 2016 ber til at hoyra Mariu Strømme greiða meira frá um nanotøkni og teir framtíðar møguleikar, sum nanotøkni kann skapa í vinnuligum høpi. Vinnudagurin verður 30. september.

_____________

Hvat er nanotøkni:

Innan nanotøkni verður arbeitt við tilfari, sum er millum 0,1 og 100 nanometrar. Ein nanometur er 0,000000001 metur, also ein milliardapart av einum metri. Nanotøkni er tvørfaklig vísindi, og brúkar partar úr alisfrøðini, evnafrøðini og lívfrøðini. 

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737