NATA lýsir eftir umsóknum

18. januar. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nú er aftur møguleiki at søkja um stuðul frá NATA. Tað ber til at søkja í bólkunum innan ferðavinnumenning og marknaðarføring, og um ferðastuðul.

Umsóknarfreistin er mikudagin 17. februar.

NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at styrkja ferðamøguleikarnar og mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.

NATA letur tvey sløg av stuðli:
1. Ferðavinnumenning og marknaðarføring
2. Ferðastuðul

NATA er serliga áhugað í verkætlanum, ið leggja áherðslu á burðadygga ferðavinnu.

Nærri upplýsingar um stuðulsmøguleikarnar fáast við at lesa vegleiðingina, sum liggur á heimasíðuni nata.fo ella við at venda sær til NATA á nata@industry.fo. Søkt verður umvegis heimasíðuna.

Umsóknarfreistin er mikudagin 17. februar 2016. Umsøkjarar fáa svar 8. apríl 2016. Stuðul kann ikki søkjast til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 8. apríl 2016.

Annað á breddanum

  1. Sáttmálarnir longdir til midnátt týskvøldið

    Samráðingarnar halda fram týsdagin

    04. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  2. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Nú nýggja frítíðarárið er byrjað, eiga arbeiðsgevarar at leggja summarfrítíðina til rættis í góðari tíð

    04. mai. 2026 | Burðardygd
    Frítíð2026
  3. Ringbúskapur snýr seg eisini um kappingarføri

    Ringbúskapur kann gerast ein kappingarfyrimunur hjá fyritøkum, sum duga at gagnnýta tilfeingi betur og skapa nýtt virði úr avlopstilfari

    04. mai. 2026 | Burðardygd
    Loop Forum 1