NATA lýsir eftir umsóknum

26. august. 2019 | Tíðindi | Ferðavinna

Nú er aftur møguleiki at søkja um stuðul frá NATA. Søkjast kann um stuðul til verkætlanir innan ferðavinnumenning og marknaðarføring og um ferðastuðul

Umsóknarfreistin er í morgin, týsdagin 27. august 2019.

NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at styrkja ferðamøguleikarnar og mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.

NATA letur stuðul innan hesi øki:

1. Ferðavinnumenning og marknaðarføring

2. Ferðastuðul

NATA er serliga áhugað í verkætlanum, ið leggja áherðslu á burðadygga ferðavinnu.

Nærri upplýsingar um stuðulsmøguleikarnar fáast við at lesa vegleiðingina, sum liggur á heimasíðuni nata.fo ella við at venda sær til NATA á nata@industry.fo

Søkt verður umvegis heimasíðuna.

Umsóknarfreistin er týsdagin 27. august 2019. Umsøkjarar fáa svar 10. oktober 2019. Stuðul kann ikki søkjast til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 10. oktober 2019.

Annað á breddanum

  1. Sáttmálarnir longdir til midnátt mikukvøldið

    Samráðingarnar halda fram mikudagin

    05. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  2. Sáttmálarnir longdir til midnátt týskvøldið

    Samráðingarnar halda fram týsdagin

    04. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Nú nýggja frítíðarárið er byrjað, eiga arbeiðsgevarar at leggja summarfrítíðina til rættis í góðari tíð

    04. mai. 2026 | Burðardygd
    Frítíð2026