Varandi Vinna

Netverkið Varandi Vinna fer nú í gongd

04. november. 2024 | Tíðindi | Burðardygd

Higartil hava 25 fyritøkur teknað seg til netverkið, og enn ber til at gerast partur av netverkinum

Varandi Vinna er eitt netverk í Vinnuhúsinum, har fyritøkur kunnu samstarva um førleikamenning og um at skapa betri karmar fyri burðardygd. Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur tikið stig til at stovna netverkið.

Tað er stórur munur á, hvussu langt fyritøkur eru komnar á burðardygdarøkinum og fyri at lofta ymiska tørvinum, verður netverkið skipað í tveimum:

  • Varandi Vinna, ið er ætlað fyritøkum, ið arbeiða miðvíst við burðardygd
  • Varandi Vinna - innleiðsla er til fyritøkur, ið eru í holt við at fóta sær á økinum

Fyrstu fundirnir
Fyrstu fundirnir í Varandi Vinnu og Varandi Vinnu – innleiðslu verða ávikavist 27. og 28. november. Á hesum fundum verður kósin løgd fyri komandi árið.

Meiri kunning um Varandi Vinnu og tilmelding til netverkið er at finna her: https://www.industry.fo/burdardygd/burdardygd/varandi-vinna

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737