Burturkast 1

Netverkstiltak um burturkast og ringbúskap

26. august. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tann 11. september skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri innleiðandi netverkstiltaki um burturkast og ringbúskap. Tiltakið er ætlað fyritøkum, ið vilja gerast partur av netverki, ið arbeiðir við burðardygd

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer nú at skipa netverk innan burðardygd, bæði fyri fyritøkur, ið longu eru farnar í gongd, men eisini fyri tær, sum eru nýggjar á økinum. Á innleiðandi netverkstiltaki 11. september verður kunnað meiri um, hvussu netverkini verða skipað og hvørji krøv eru til luttøku.

Fyrsta evni á skrá er burturkast
Føroyskar vinnufyritøkur eiga meir enn helvtina av samlaða føroyska burturkastinum. Skal størri partur av tilfarinum haldast í ringrás, er neyðugt at burturkastøkið fær hægri politiska raðfesting. Vinnufyritøkur mugu hava fleiri møguleikar til endurvinning og eisini má innsavningin av burturkasti blíva meiri fjølbroytt. Ein fyritreyt fyri menning er eisini, at fyritøkur fáa til vega góðskutryggjað hagtøl, soleiðis at til ber at seta sær mál.

Á innleiðandi netverkstiltakinum verða tríggjar áhugaverdar framløgur um burturkast og ringbúskap:

  • Umhvørvisstovan greiðir frá nýggju burturkastkunngerðini
  • Stena Recycling Danmark greiðir frá, hvussu fyritøkur kunnu leggja arbeiðið við burturkasti til rættis
  • IRF og KB greiða frá, hvørjar avbjóðingar eru við vinnuburturkasti og vísa á møguligar loysnir

Netverkstiltakið verður mikudagin 11. september á Hotel Runavík kl 9:00-12:00. Eftir døgurða ber til at vitja IRF á Hagaleiti og síggja hvussu burturkast verður handfarið.

Allir beinleiðis og óbeinleiðis limir í Føroya arbeiðsgevarafelag kunnu luttaka. Tiltakið er ókeypis.

Melda til luttøku í seinasta lagi hósdagin 5. september við at senda ein teldupost til: industry@industry.fo

Les eisini: Burðardygt Vinnulív gerst partur av Føroya Arbeiðsgevarafelagi

Annað á breddanum

  1. Nýggi sáttmálin við arbeiðarafeløgini

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava gjørt semju um nýggjan tvey ára sáttmála. Semjan varð undirskrivað 7. mai 2026

    27. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    IMG 9421
  2. Nýggjar loysnir kunnu flyta grøna orkuskiftið fram á leið

    Íløgur, avlopsorka, altjóða samstarv og CO₂-goymsla vóru millum evnini, tá ið Varandi Vinna skipaði fyri sessión á UArctic-ráðstevnuni

    27. mai. 2026 | Burðardygd
    260526 VH UARCTIC CO Web 29
  3. Sjóvinnufelagið styrkir samstarvið við koreanska sjóvinnu

    Nýggj avtala skal styrkja samstarvið millum føroysku og koreansku sjóvinnuna

    27. mai. 2026 | Samhandil
    IMG 9435