Burturkast 1

Netverkstiltak um burturkast og ringbúskap

08. juli. 2024 | Tiltak | Almenn tíðindi

Tann 11. september skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri innleiðandi netverkstiltaki um burturkast og ringbúskap. Tiltakið er ætlað fyritøkum, ið vilja gerast partur av netverki, ið arbeiðir við burðardygd

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer nú at skipa netverk innan burðardygd, bæði fyri fyritøkur, ið longu eru farnar í gongd, men eisini fyri tær, sum eru nýggjar á økinum. Á innleiðandi netverkstiltaki 11. september verður kunnað meiri um, hvussu netverkini verða skipað og hvørji krøv eru til luttøku.

Fyrsta evni á skrá er burturkast
Føroyskar vinnufyritøkur eiga meir enn helvtina av samlaða føroyska burturkastinum. Skal størri partur av tilfarinum haldast í ringrás, er neyðugt at burturkastøkið fær hægri politiska raðfesting. Vinnufyritøkur mugu hava fleiri møguleikar til endurvinning og eisini má innsavningin av burturkasti blíva meiri fjølbroytt. Ein fyritreyt fyri menning er eisini, at fyritøkur fáa til vega góðskutryggjað hagtøl, soleiðis at til ber at seta sær mál.

Á innleiðandi netverkstiltakinum verða tríggjar áhugaverdar framløgur um burturkast og ringbúskap:

  • Umhvørvisstovan greiðir frá nýggju burturkastkunngerðini
  • Stena Recycling Danmark greiðir frá, hvussu fyritøkur kunnu leggja arbeiðið við burturkasti til rættis
  • IRF og KB greiða frá, hvørjar avbjóðingar eru við vinnuburturkasti og vísa á møguligar loysnir

Netverkstiltakið verður mikudagin 11. september á Hotel Runavík kl 9:00-12:00. Eftir døgurða ber til at vitja IRF á Hagaleiti og síggja hvussu burturkast verður handfarið.

Allir beinleiðis og óbeinleiðis limir í Føroya arbeiðsgevarafelag kunnu luttaka. Tiltakið er ókeypis.

Melda til luttøku í seinasta lagi hósdagin 5. september við at senda ein teldupost til: industry@industry.fo

Les eisini: Burðardygt Vinnulív gerst partur av Føroya Arbeiðsgevarafelagi

Annað á breddanum

  1. Undir vatnskorpuni: Lívið sum vinnukavari

    Í Vinnukikaranum hitta vit Høgna Kjeld, vinnukavara og stjóra í Green Marine Divers, sum letur okkum fáa innlit í arbeiðið undir vatnskorpuni

    17. februar. 2026
    Høgni Kjeld 3
  2. Cruiseferðavinnan eigur at skapa størri virði

    Hvussu kann cruiseferðavinnan skapa størri virði fyri føroyskt vinnulív? Sjóvinnufelagið setur evnið á dagsskránna 3. mars

    17. februar. 2026
    Cruiseskip
  3. Bransjubarr hjá Kovboyfilm

    Nevndin í Samskifti bjóðar starvsfólkum í limafeløgunum til bransjubarr fríggjadagin 20. februar

    17. februar. 2026
    Bransjubarr Samskifti Februar