Nevndin í Ráðgevarafelagnum heldur fram

31. mai. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nevndin í Ráðgevarafelagnum var afturvald á aðalfundi felagsins 27. Maj. Aðalfundurin umrøddi eisini truplu støðuna sum ráðgevaravinnan er í, nú virksemi í byggivinnuni sum heild er nógv minka og økta kappingin sum stendst av hesum.

Á aðalfundinum stóðu Rúni Abrahamsen og Kim Hansen fyri vali og vóru teir báðir afturvaldir. Í nevndini sita nú Árni Winter frá Árna Winther Arkitektum, Rúni Abrahamsen, MAP Arkitektar og Kim Hansen frá LBF. Eykalimir vóru valdir Árni Jacobsen frá SMJ og Bogi Jacobsen frá Munin.
Nevndin skipaði seg eftir fundin við Rúna Abrahamsen sum formanni.
Í frásøgn nevndarinnar frá farna ári var víst á, at minkandi virksemi í byggivinnuni ger, at vandi er fyri, at ráðgevaravinnan í Føroyum kann fara fyri bakka. Staðfestast kann, at fleiri av limunum hava sagt starvsfólki úr starvið og merkir hetta, at vitanartung arbeiðspláss í vinnulívinum í Føroyum gerast færri og færri.
Somuleiðis vísti nevndin á, at fortreytirnar fyri at reka ráðgevaravinnu í Føroyum eru munandi broyttar. Ein tilgongd, sum ráðgevaravinnan heldur verða óheppin er, at ráðgevarar verða í størri mun entreprenørar heldur enn ráðgevarar og byggiharraráðgevingin sær út til at gerast minni partur av virkseminum.
Ráðgevarafelagið sær hetta sum eitt álvarsmál og sum sína uppgávu at vera við til at tryggja, at ráðgevaravinnuni er lív laga eisini framyvir.
Hetta kann felagið gera við at arbeiða við at tryggja ráðgevaravinnuni javnbjóðis møguleikar í kappingini um arbeiðir, umframt at tryggja, at limir felagsins ikki brúka nógva orku umframt seta pening til tá kappast verður um arbeiðir. At arbeiða uttan samsýning, sum t.d. er hent í sambandi við útbjóðing av arbeiðum av Skúladeplinum í Marknagili, Ellisheimi á Boðanesi og FK í Klaksvík er ikki gongd leið tí hetta máar støðið undan vinnugreinini.
Tað ger støðuna ikki lættari, at tað almenna beint tvørturímóti egnari stevnu, hevur skorið munandi niður uppá íløgukarmarnar, og minkar um játtanir til umvælingar og orkusparandi tiltøk burtur.
Vit hava eisini sæð eina tilgongd, har stórur partur av arbeiðinum verður gjørt av útlendskum fyritøkum, sum úrslit av eini miðvísari almennari fyriskipan.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)