Nevndin í Samskifti

01. oktober. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hósdagin 27. september skipaði nevndin seg við Niels Arge Galán sum formann og Michael Koba sum næstformaður. Harumframt er Jan Berg Jørgensen eisini í nevndini.

Á myndini sæst: Jan Berg Jørgensen, Michael Koba og Niels Arge Galán

Samskifti er vinnugreinafelag hjá øllum virkjum í Føroyum, ið fáast við virkissamskifti og samskiftisráðgeving. Herundir eru sniðgáva og lýsingar eisini ein partur av hesum.

Endamál felagsins er “at savna føroysku sniðgávu- og samskiftisvirkini og taka sær av teirra yrkisligu og felagsligu áhugamálum”.

Limir í felagnum kunnu gerast øll virki, sum starvast innan samskiftisráðgeving, grafiska sniðgeving og lýsingarsmíð.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737