Nevndin í Sjóvinnufelagnum heldur fram

25. apríl. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nevndin í Sjóvinnufelagnum heldur fram óbroytt eftir ársaðalfund felagsins, sum varð hildin í Vinnuhúsinum, mikudagin 20. apríl 2022.

Nevndin í Sjóvinnufelagnum er mannað soleiðis:

Leif Hovgaard, formaður

Eli Lassen, næstformaður

Anja Jacobsen, nevndarlimur

Christian Danielsen, nevndarlimur

Jannis Moraites, nevndarlimur

Frá vinstru: Leif Hovgaard, Anja Jacobsen, Christian Danielsen,

Eli Lassen og Jannis Moraites.

Á ársaðalfundinum stóðu Christian Danielsen og Jannis Moraitis fyri vali. Teir vórðu báðir afturvaldir.

Sjóvinnufelagið er vinnugreinafelag, ið umboðar seráhugamálini hjá føroyskum fyri­tøk­um, ið selja vørur og tænastur til vinnu á sjóøki nærhendis Føroyum umframt Arktis.

Sjóvinnufelagið strembar eftir at veita limum sínum best møguliga tænastu,  samsvarandi teimum rað­festingum, sum limirnir í Sjóvinnufelagnum seta á skránna.

Tað eru tí limirnir í Sjóvinnufelagnum, ið gera av, hvussu felagið skal ávirka gongdina og menningina av hesum vinnum í Føroyum.

Føroyar eru eitt nýmótans samfelag mitt í Atlantshavinum við góðum samskiftis, ferða- og flutnings­sambandið til evropeiska meginlandið. Tí eru Føroyar kappingarførar við okkara nærmastu granna­lond, tá ið tað snýr seg um at veita alskyns tænastur til sjóvinnuna um okkara leiðir.

Fyri at menna inntøkugrundarlagið hjá limunum og føroyska samfelagnum sum heild, fer Sjóvinnufelagið aktivt at virka fyri øktum vinnumøguleikum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Felagið sær stórar møguleikar hjá bæði tænastu- og framleiðsluvinnunum komandi árini. Oljuvirksemið fer at verða nærhendis føroyska markinum fleiri ár frameftir, samstundis sum ætlanir eru um stórar verkætlanir við vindmyllulundum á sjónum, umframt frálandavinnu yvirhøvur.

Tað fer somuleiðis at verða nógv skipaferðsla framvið Føroyum komandi árini. Hesi skipini skulu viðlíkahaldast, umvælast, proviantera, bunkra og skifta manning. Her hava føroyskar tænastu- og framleiðslufyritøku gyltar møguleikar at bjóða seg fram, mitt í ferðslumeldrinum í Atlantshavinum.

Sjóvinnufelagið fer eisini aktivt at fylgja vinnumøguleikunum í arktiska økinum, og virka fyri, at føroyskar fyritøkur fáa møguleika at verða við í hesum nýggja og spennandi øki.

Ein onnur týdningarmikil uppgáva hjá Sjóvinnufeagnum er at umboða limir sínar mót­vegis politisku skipanini og almennu myndugleikunum, soleiðis at limir felagsins fáa best møguligar karmar at virka innanfyri. Hetta ger Sjóvinnufelagið m.a. við við­merkingum um støðu sína, tá ið lógir og reglur, sum kunnu ávirka limirnar í Sjóvinnu­felagnum, verða fyrireikaðar.

Sjóvinnufelagið fylgir við galdandi lógum og reglum fyri limir sínar. Endamálið við hesum er at vísa politisku skipanini á, hvørjar lógir og reglur treingja til at verða dag­før­dar og broyttar, soleiðis at virksemið hjá limum felagsins hevur kappingar­førar og smid­ligar karmar av virka innanfyri.

Ársfrágreiðingin hjá Sjóvinnufelagnum kann takast niður her.

Annað á breddanum

  1. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO
  3. Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

    Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    DALO 2025