NHO: Vinnan skal læra av toppítróttinum

22. august. 2016 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

Gingið verður nýggjar leiðir fyri at vinna talgildiskapprenningina. Fleiri av størstu fyritøkunum í Noreg hava stovnað ein toppvinnulívsdepil. Ætlanin er at taka við læru frá toppítróttinum.

Vit eru so lítil her í landinum, at okkum tørvar at samla okkara førleikar og læra hvør av øðrum fyri veruliga at verða sterkari innan menning og broytingar. Hetta við tí talgilda fer at ávirka okkum grundleggjandi, og tað fer tvørtur um allar vinnugreinar, sigur stjórin í Næringslivets Hovedorganisation, NHO, Kristin Skogen Lund.

Nógvar norskar fyritøkur er komnar langt í automatiseringini, men tað ber framhaldandi til at fáa nógva nyttu av teimum møguleikunum, sum liggja í talgilding. Big data og internet of things gevur stórar møguleikar til at greina og stýra framleiðslugongdum. Vinningurin liggur bæði í lægri kostnaðum og í nýggjum vinnumøguleikum.

Vit vóna, at ein toppvinnulívsdepil fer at styrkja kappingarevnið hjá Noreg, tí við at savna førleikar tvørtur um vinnugreinar kunnu vit brúka okkara nógvu og góðu førleikar uppaftur betri, sigur Skogen Lund.

NHO hevur serliga vónir um, at toppvinnulívsdepilin kann verða við til at betra útflutningsmøguleikarnar hjá norskum fyritøkum, millum annað við at geva teimum atgongd til førleikar og netverk, sum tær ikki sjálvar hava.

Royndirnar av tílíkum netverkum eru, at tað er týdningarmikið við langum framtíðarútlitum, og at stovnararnir av deplinum vita, hvat teir hava at bjóða einum triðja parti. Harafturat má tað, sum ymsu partarnir hava at bjóða, javnviga og ganga báðar vegir. NHO fegnast tí um, at nógvar týdningarmiklar fyritøkur hava bundið seg til at luttaka.

Vit kunnu ikki annað enn vera glað fyri og stuðla einum stigi, sum vinnan sjálv tekur, sigur Skogen Lund.

Kelda: www.nho.no

Eisini á Vinnudegnum 2017 verður møguleiki hjá vinnuni at fáa íblástur frá ítróttinum. Tá fer Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltsambandi Føroya, at halda eina fyrilestur undir heitinum “Tómgongd ella framgongd – ein spurningur um hugburð”. 

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737